Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Víkingur: Hans Pauli Samuelsen og Víkingur hava gjørt sáttmála fyri kappingarárið 2016.

- Víkingur hevur sett sær sum mál, at vera ein partur av toppinum í Føroyskum fótbólti. Við støðugari menning av ungdóminum, hevur felagið verið við til at mynda føroyskan fótbólt við leikarum, ið flest allir eru mentir í felagnum. Tá ið tað er sagt, er tað gott fyri ein hóp, at nýggj andlit eru at síggja av og á.

- Við Hans Paula Samuelsen hevur Víkingur fingið ein av bestu leikarum í Føroyum. Hans Pauli hevur leikt fótbólt á hægsta stigið síðan 2002. Hann hevur leikt yvir 400 dystir í Effo-deildini og steypakappingini, har hann hevur skoti 123 mál. Somuleiðis hevur hann umboða barndómsfelagið, EB/Streymur, 15 ferðir í Evropeisku kappingum, og gjørt tvey mál. Hans Pauli Samuelsen hevur leikt fýra A-landsdystir, skrivar Víkingur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo