Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Filmsbrot

Sermerkta søgan um unga skúvoyingin sum flutti til USA, gjørdist kendur sum listamálari og millum annað hevði víðagitna amerikanska sjónleikaran Clint Eastwood í sínum vinarskarða er nú endað.

Hans Skálagarð bleiv 93 ár.

Videobrotið her á síðuni er lagt út á Youtube ólavsøkuaftan 2011. Tað greiðir rættuliga væl frá søguni hjá Hans, ella Hanus sum hann var doyptur.

Annars kann leggjast afturat, at Hans málaði og var virkin nærum til tað síðsta. Hann gjørdist einkjumaður fyri nøkrum árum síðani.

Hann búði í nógv ár í býnum Carmel by the Sea nakað norðan fyri San Francisco í Kalifornia, og her var tað at hann og kendi sjónleikarin Clint Eastwood stundum hittust. Clint Eastwood var borgarstjóri í Carmel by the Sea, og hevði skrivstovu í sama bygningi sum Hans hevði sítt gallarí.

Á facebook er ein síða hjá fjepparum hjá Hans Skálagarð. Har ber eisini til at hoyra eina samrøðu sum útvarpið gjørdi við Hans.

Í samrøðuni greiðir Hans millum annað frá, at honum altíð hevur longst til sjós, og tá hann einaferð skal foldum frá, vil hann fegin at seinasti hvílistaðurin skal vera á sjónum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo