Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones
Vinna

Havstovan: Hósdagin 12. desembur 2019 var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, sum lata inn fiskamerkir inn til Havstovuna.

Vinnarin í ár gjørdist Hans Tóri Kalsoy frá P/F Bátafisk á Eiði.

Toskurin við vinnandi merkinum varð merktur tann 14. oktber 2016 á: 62°26N - 07°23,6W og varð fingin aftur við línu á nærum sama staðið: 62°20,38N - 07°36,68W tann: 18. juni 2019.

Hetta tíðarskeiðið á áleið 2½ ár vaks toskurin 11 cm.

Lutakastið varð hildið á Vinnuháskúlanum í Nóatúni í Havn. Petur Steingrund greiddi í stuttum frá um ferðingarmynstrið hjá toski.

Egil Joensen tók tann vinnandi seðilin, meðan Jákup Danielsen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór framm á rættan hátt.

Havstovan takkar Vinnuháskúlanum og ynskir Hans Tóra tillukku við vinninginum.

Eisini vil Havstovan nýta høvi at takka øllum teimum, sum lata inn fiskamerkir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo