Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Lesarin skrivar

Tað er ongin skitin taktikkur at kalla ein spaka fyri ein spaka, ella fólkaflokspolitikk fyri myrkavættis møsn. Skipaflotin sat við øllum ríkidøminum, men sum Hanus Samró vísir á, so er hann nú gamal. Somu fortreytir sum áður, tá onki hendi, er ætlan Fólkafloksins fyri grøna umlegging. Líka fjákut sum ørvitispolitikkurin, sum samanlagt kostar eina ørgrynnu av bóndagørðum, men ikki so mikið sum at ein fólkafloksmaður kann siga, hvussu tað skal fíggjast.  

Jeg velji pengar í landskassan og umhvørvið. Tað vísur seg, at grøn umlegging og burðardyggar skipanir bæði løna seg og skapa framburð, tó at Hanus setur tað upp til at vera svart og hvítt. Bert ógjørligt við fólkaflokshugsanini! So, Hanus tak tú tínar følsku tvístøður saman við tykra falska grøna politikki heim aftur. Tað er skeivt, óærligt og ikki borðbart at vilja aftur til gomlu skipanina, tá onki bleiv endurnýggjað, og vóna, at reiðarí endurnýggja samstundis sum at tykur ikki hava hóming av, hvussu hetta skal fíggjast. Í síðsta enda ein brongla rættvísger at avtaka gjøld o.a. innpakkað í grønt gávupappír, men aftur her, so hava tykur ikki ánilsi fyri, hvussu tað skal fíggjast. Lættisoppa politikkur. 

Uppskotið er, einfalt sæð, at ávísar fyritøkur skulu fáa studning frá landinum, um tær keypa sær orkuvinaligar maskinur, so leingi lán er. Sært tú ikki trupulleikan í hesum, at um lán ikki verða endurgoldin o.a. so er tað meiri vónleyst enn jeg metti av fyrstani tíð hjá tykum. Fyri ikki at snakka um órættvíst móti øllum øðrum fyritøkum. 

Eingin skal rinda skatt, hvørki fólk ella vinna, og øll tey, sum hava fingið meira at liva fyri frá sitandi samgongu, skulu hava tað dupulta frá Fólkaflokkinum. Trýr nakar hesum? Tak alt vekk og lova dupult so nógv. Tað má vera slagorð Fólkafloksins. Ja kosta hvat kosta vil, bara so leingi tey ríku trívast, og restin má stríðast!

Eitt eru okur tó samdir um, og tað er, at vøksturin í landinum skapar meiri útlát og meiri dálking, men vøksturin kann ikki halda fram inn í ævinleikan, tí er tað skilabest at vera burðardyggur. Nakað sum so als ikki passar inn í stevnuskrá tykra, uttan so okkurt kolveltist. Tí burðardygg verða okur neyvan við dukkufretahugsan, ófíggjaðum politikki og tínum følsku tvístøðum. Tá skapa okur ójavnan í samfelagnum, skilaleysan búskaparpolitikk og líkasælu.

Men samgongan við Javnaðarflokkinum hevur sett fleiri grøn átøk í verk, og fleiri eru ávegis. Kolasvart er tað ikki, og tað jeg, Ingilín og fleiri onnur vilja er at gera enn meira á hesum økinum. Eitt samhaldsfast og burðardygt samfelag, sum umfatar meiri enn tykra bronglaða fjas.

Jens Arni Leo Hammerfoss,
formaður í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo