Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vinna

- Eg eri hart ímóti uppboðssølu av fiskirættindum, men um tað skal gerast, so skal tað gerast í góðari tíð, so tú fært rigga teg til, sigur Hanus Hansen, reiðari, við útvarpið.

Báðir trolaranir hjá JFK Trol verða lidnir at fiska sína kvotu fyri 1. september og eftir tað hava skipini einki at gera, og tað heldur Hanus Hansen, reiðari, lítið um.

- Uppboðssølan verður síðst í august mánaða, og tá vænta vit at Gadus verður liðugur at fiska hesi 300 tonsini, so eg rokni við at Gadus fer at liggja og bíða eftir uppboðssøluni.

- Eg havi spurt um hví tað skulu ganga fimm vikur áðrenn uppboðssølan kemur og har havi eg fingið at vita, at tað er tí at menn skulu hava tíð at leiga ella keypa sær eitt skip inn og sleppa at fiska. Og eg havi spurt, hvat hesi skipini skula fiska?

- So eftir hesum at døma, so er ætlanin hjá Fiskimálaráðnum at okkara skip skulu liggja, so onnur skip sleppa at fiska, sigur Hanus Hansen.

Hanus Hansen skilur einki av, at skip skula leigast ella keypast at koma til Føroyar at fiska, tá ið vit hava skip sum lættliga klára at fiska kvotuna upp.

- Eg meti at vit hava ríkiligt av skipum í Føroyum, so tað er ikki neyðugt at taka skip inn, og Reiðarafelagið hevur ferð eftir ferð sagt, at vit hava einki ímóti at gjalda fyri at fiska, vit hava skipini, sigur Hanus Hansen.

Hoyr alla samrøðuna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo