Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain
Skúli

Skúlablaðið: Sunnudagur er versti dagurin.

Tí tá stríðast nógv børn, sum eru fyri álvarsligari happing á netinum, av øllum alvi við at finna upp á umberingar fyri ikki at fara í skúla mánadag.

– Eitt tað vanligasta, sum børn, ið eru fyri álvarsligari happing, gera, er at venda skúlanum bakið. Í gransking hava vit funnið samband millum happing og skúlanoktan, sigur Ida Risanger Sjursø.

Sjursø arbeiðir sum granskari á Læringsmiljøsenteret við Universitetið í Stavanger. Hon hevur funnið útav, at børn, sum eru fyri happing á netinum, uppliva meiri ótta, ræðuleikar og angist, enn tey, sum eru fyri siðbundnari happing.

Hon hevur hugt nærri at, hvussu tað gongur teimum, sum hava verið fyri happing á netinum yvir longri tíð.

Saman við starvsfelagum hevur hon havt samrøðu við ung í Noregi og Írlandi, sum hava verið fyri talgildari og siðbundnari happing í einum tíðarskeiði upp á 7 ár.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo