Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Røða hildin, táið mentanarvikan í Fuglafirði varð sett í dag

Bygdamaður mín – marstalesarin Carsten Jensen – kendur danskur rithøvundur - setti mentanarvikuna í Nykøbing Mors fyri júst eini viku síðani. Hann spardi ikki krútið og ikki óvæntað brúkti hann bókina – ”Ein flótti skáksiglir sína slóð” hjá Aksel Sandemose – útgivin fyri 84 árum síðani - sum lunn undir breiðsíðuni hann gav øllum heimsins populistum, ráksnúningum, á politiska og mentanarmótinum, sum ikki gera annað enn at fungera sum veðurhanar fyri tilvildarlig rák í tíðini.

Sandemose er faðir at Jantelógini. Fyrsta boðið av tíggju er sum øll vita soljóðandi: ”Tú skal ikki halda, at tú ert nakað.” Hetta gongur aftur til griksku guðalæruna og hybris, har revsingin var nemesis, var tú fallin fyri tí, sum alt ov ofta verður rópt fyri hugmóð, hóast orsøkin til høga flogið mangan er ein onnur.

Eftir øllum at døma finst Jantelógin allar staðir, er menniskjanum íborin, og hon hevur eisini havt góðar dagar í Føroyum. Á øllum mótum. Sandemose setti bara orð á, markaði, ein grundleggjandi alheimsligan veruleika.
Tungligt er at loysa skeivar bygnaðir, samfelagssktrukturar, sum skerja flogið, vit eru konserverandi av lyndi, kortini hava vit flutt okkum almikið tann rætta vegin hesi seinastu nógvu árini.

Í hesi løtu standa vit nakað miðskeiðis í landnyrðings Føroyum. Í Fuglafirði. Her angar, sjóðar og rýkur á sama hátt sum í øllum landspartinum eystanfyri Sundalagið. Av virksemi, mentan og hugflogi. Trongar og avmarkandi ideologiir hava ikki skert flogið á vinnu- tíansheldur á mentanarmótinum. Onkur helt orsøkina vera, at tað fanst ongin verulig fæloysingastætt í hesum partinum av landinum - á sama hátt sum aðrar staðir. Familjurnar høvdu eina trøð – eitt kúfóður, kúgv, seyð, fena, neyst og bát. Gerandisstrevið var nógv, men man kendi morgindagin betri enn hin niðurpíndi proletarurin í ídnaðar- og stættasamfelagnum.

Harvið kundi tað vera rúmligari at hugsa alternativar tankar. Øll uppdrift kemur úr høvdinum á fólki, og henni hava vit verið vælsignað við í stórum máti. Tey statiskt hugsandi halda, at alt tað sum fyriferst júst nú, er komið av sær sjálvum. So flott spælir klaverið ikki. Hendan regiónin saman við Luna og Varðanum Pelagic man eiga áleið 90-95% av framleiðsluni, exportinum, sum fer av landinum, og tað sigur ikki so lítið um áræði, vilja og virkishug. Trúgvin á, at tað ber til at sniðgeva eitt uppaftur betri samfelag til teirra, ið eftir okkum koma, er eisini ein frummáttur sum hongur uppi við hesum.

Hin vitugi Lukas skrivar um freistingina í oyðimørkini, at Jesus svaraði Devlinum: Skrivað stendur: »Menniskjan livir ikki av breyði eina.”

Materialisman skal til fyri at fáa mettuna, breyðið, men lívið snýr seg í stóran mun um so mangt annað. Um virðir. Og grundtreytin fyri hesum kann í stóran mun samfatast í orðinum frælsi. Bara úr hinum totala frælsinum røkkur tú vakrastu og dyggastu hugskotunum. Hetta grør ikki uppúr stovnum og funktionertýpum. Leitast skal úti á villum víddum, har lívið leikar, frælsi fær eitt innihald - og vónin gerst eitt val. Har vindarnir venda og orka broytir skap, og har tað ber til hjá Einsteini at møta Marx og Freud og kanska Rolling Stones afturat. Tikið úr hinum umyrkta sanginum ”Öppna Landskap” hjá Ulf Lundell. ”Villar víddir” hjá kára p. er vorðin líka legendarisk, sum leysliga umyrkingin ”Nú hvítna tindar” hjá Roberti Joensen úr Grundtvig sálminum ”Nu falmer skoven trindt om land.”

Bara hin ultimativi frælsi tankin gevur kulturinum neyðuga flogið, soleiðis, at hann ongantíð steðgar upp – konserverast. Síggi tey fyri mær á flogi, í eini órøkkandi sferu fyri okkum vanliga deyðiligu menniskju. Frits Johannessen, Niels Midjord, Aleksandur Kristiansen, Maria og Bárður á Lakjuni og pápar teirra Eyðun og Jógvan, Heðin Kambsdal, Helgi Midjord, Kári Sverrisson, Marius Ziska, Týr, Sigrun Gunnarsdóttir, Eivør, Sámal Toftanes, Hanus G. Johansen, Amariel Norðoy, Popp-Jørgin, Frændur, Hjarnar, - bara fyri at nevna ein lítlan part úr allari tí kreativu bryggjan, sum gongur fyri seg handan skallabeinini á listarfólkum um okkara leiðir og teimum slektað higani.

Eitt samfelag syndrast við ongum bygnaði, men hinvegin dovnar tað, um bygnaðurin ikki loyvir fullkomnum frælsi at hugsa og virka. Politiska takið er at nivellerað soleiðis, at allir tankar sleppa at búnast og grógva, meðan samfelagskarmarnir kortini standa óskalaðir. Ongin eigur rættin at stjórna niður í smálutir innanvert frælsisins mørk, tí lívið er eitt puslispæl, sum aldri liggur sum tað skal, og vit eru bara eitt sprell í kosmos - labbandi út eftir Edensgarðarvegi.

Frælsi er evsta svarið til allar spurningar. Á øllum mótum. Tí røkka vit bara rætta samfelda úrslitinum, um vinna, fólk og samfelag standa trygg á frælsisins lunnum. Tí eigur tjóðin at tveita donsku politisku bokslini av sær, tí eiga vinnulívsins djengis khanar at fáa rúm til at transformera sínar tankar til verkætlanir og skapandi listafólkini at sleppa upp í hæddirnar, har arnirnar sveiggja við veingjunum, og lat meg enn einaferð staðfesta, at hesi seinast nevndu áttu at fingið væl størri hjálp frá samfelagnum, ið hvussu er soleiðis, at kompenserað verður fyri tí ørlítla marknaðinum hesi fólkini hava sum heimabeiti. Tjóðin hongur saman sum ein weirur við óteljandi kordelum, og vit hava ikki ráð til at nakar teirra slitnar, tí má hvørt verða eftir øðrum fyri at fremja optimalu uppdriftina – á øllum mótum.

Fuglfirðingar, góða eydnu við mentanarvikuni, og lati okkum frameftir halda, at vit eru nakað, tí tað hava vit føroyingar í ólukkumáta prógvað í meiri enn túsund ár. Eisini vit, - sum búleikast í landnyrðings Føroyum.

tórbjørn jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo