Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Skúli

Oddagrein eftir Herálv Jacobsen í Skúlablaðnum: Í farna mánaði vórðu partar av revsilógini, sum ætlanin er at dagføra og føroyska, sendir m.a. fakfeløgum til hoyringar. Hesir partar í revsilógini eru viðkomandi fyri almennu fakfeløgini, tí teir viðvíkja brotsverkum ímóti almennum starvsfólkum.

Tíverri er tað so, at eitt nú lærarar og námsfrøðingar tíðum eru fyri hóttanum og í ringasta føri fyri harðskapi. Og tað er ein sannroynd, at harðskapur hevur kensluligar fylgjur.

Hetta er ein spurningur um arbeiðsumhvørvi, serliga sálarligt arbeiðsumhvørvi, og tað eigur at verða tikið í størsta álvara.

Lærarar eru í teirri støðu, at teir kunnu vera fyri ágangi frá foreldrum ella avvarðandi, og tá kann talan vera um brot á revsilógina. Beinleiðis harðskap móti lærarum hevur Lærarafelagið onga fráboðan um, men hinvegin eru hóttanir og niðrandi málburður frá foreldrum ikki óvanligur.

Lærarar kunnu eisini verða fyri harðskapi og hóttanum frá næmingum, og tíverri er hetta ikki óvanligt. Skúlanæmingar koma ikki undir revsilógina, men í einstøkum førum kann vera talan um barnaverndarmál.

Tað eru fleiri grundir til, at næmingar fremja harðskap móti lærarum og eisini floksfeløgum, og ivaleyst liggur okkurt aftanfyri, tá ið næmingar hótta lærarar ella brúka niðrandi málburð. Hetta vita lærarar væl, og tá ið tilburðir eru, viga fyrilit fyri støðuni hjá næminginum sera nógv.

Í summum føri ov nógv, tí álvarsligir tilburðir skulu fráboðast.

Tað, sum minni verður tosað um, eru tey neiligu árin, slíkir tilburðir hava fyri læruumhvørvið, og tey árin, tað hevur á læraran, sum er fyri harðskapi ella hóttanum og niðrandi málburði.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo