Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Í 2012 vórðu 1.895 harðskapstilburðir meldaðir til politiið í Keypmannahavn. Í fjør var sama tal 4.255, ella ein vøkstur uppá 125%. Í sama tíðarskeiði er harðskapurin fyri restina av landinum "bert" vaksin við 57%, skrivar TV2 Lorry.

Men hóast hetta gevur politinum nógv meira arbeiði, so nýtist tað ikki at merkja, at fólk skulu kenna seg meira ótrygg.

Bæði hjá politinum og kriminalpreventiva ráðnum halda tey, ógvusligi vøksturin í tølunum skyldast, at fleiri tilburðir verða meldaðir nú enn áður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo