Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Harður jarðskjálvti hevur dripið yvir 300 fólk í Iran og Irak.

Jarðskjálvtin hevði miðdepil á markinum ímillum londini.

Bjarginarlið leita eftir særdum í húsatoftum. Stúrt verður fyri, at fleiri 1000 hava fingið skaða av jarðskjálvtanum.

Stúrt verður eisini fyri, at talið á deyðum kann vaksa nógv tá bjargingarliðini koma fram til fleiri smáar bygdir, har ongin enn hevur verið.

Ein franskur tíðindamaður, sum var staddur í Bagdad, sigur, at skjálvtin vardi í eini 20 sekund.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo