Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Hvat árstíðin uppundir jól eftirhondini inniber av alskins slag, er ikki sagt í fáum orðum. Tá íð spurt verður, um ein er klárur til jóla o.s.v. er man ikki altíð greiður yvir, hvat ein hugsar um.

Men snýr tað djúpast sær um sjálvt innihaldið í jólunum, so er mær einki svar betur og dýrabarari enn tey, ið søgd vóru uml. 6 hundrað ár árenn fyrstu jólini, “Sí moyggjin verður við barn og føðir son, og hon kallar hann Imanuel”.

Hendi hetta soleiðis, sum sagt var? Jú! Sagt verður enntá frá, at tað vóru menniskju, sum livdu í trúgv uppá, at hetta fór at henda.

Vit lesa í skriftini, at tvey av hesum vóru tey eldru Anna og Simion, sum ein ávísan dag vóru stødd í Templinum og vóru varug við, at inn kom eitt par - mamman ein ung kvinna við barni á arminum, men aldrandi Simion tykist hava eygleitt hesi bæði á ein serligan hátt. Hví tað? Ivaleyst, tí hann kendi á sær, at her var nakað serligt á vási í templinum í dag. Hann fór at heilsa uppá hesi bæði. Kanska rætti hann í tí sama hendur út og tók barnið í føvningin.

Læknin Lukkas 2,25 veit at siga okkum,at Simion var rættvísur og gudrøkin, og hann væntaði troyst Ísraels; og heilagi andin var yvir honum og var, sum vit siga, í rættari tíð á røttum stað v27 leiddur av andanum. Hetta var barnið, profeturin Es.9,6 hevði forút sagt skuldi koma, sum m.o. Simion og Anna høvdu trúð uppá.

Nú áttu vit at broytt spurningin um at vera tilreiðar yvir fyri hvørjun øðrum, tí jól við Jesu føðing verður ikki aftur. Skriftin veit at siga:”Og tá íð hann (Jesus) hevði sagt hetta, var hann upp tikin, so teir sóu tað, og eitt skýggj tók hann burtur úr eygum teirra. Og sum teir stardu upp til himmals, í tí hann fór burtur,sí, tá stóðu tveir menn hjá teimum í hvítum klæðum, og teir søgdu:” Tit Galileumenn, hví standa tit og hyggja upp til himmals? Hesin Jesus, sum er upptikin frá tykkum til himmals, skal koma aftur á sama hátt, sum tit sóu hann fara til himmals.” (aps.1,9-11)

Alt gott um at vera klárur til jóla,tí tað, sum her verður hugsað um, er ætlað til gleði fyri okkum øll. Men nú snýr tíð, tímar og dagar, seg nógv meira enn nakrantíð um at vera tilreiðar til afturkomu barnið úr krubbini, manninum á krossinum og av grøvini, Jesu afturkoma.

Jóhs.M.Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo