Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Lesarin skrivar

Orðaskiftið millum Jan Lamhauge og Johnny í Grótinum er farið í so langt av sporinum.

Lítil virðing tykist vera millum partarnar.

Í hvussu er; so er luftin tjúkk av ákærum frá báðum pørtum um m.a. tilætlaðar villleiðingar og manipulatiónir.

Útsøgnin um, at Jan Lamhauge hevur tørv á sálarligari hjálp var betur ósøgd.

Jan er í farloyvi úr sínum starvi í KvF.

Tryggasta grundarlagið undir einhvørjum orðaskifti er framvegis, at tað er eitthvørt slag av virðing millum partarnar. 

Ivan Hentze Niclasen,
Stjóri, KvF

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo