Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Lesarin skrivar

Mynd: VP.FO

Vit í Kringvarpinum harmast um, at fyrst sjónvarpingin av Ólavsøkuguðstænastuni í Dómkirkjuni og síðani sjónvarpingin av Ólavsøkurøðu løgmans varð rakt av álvarsligum tekniskum breki.

Ljóðið var burtur í nakrar minuttir av sjónvarpingini av Ólavsøkuguðstænastuni í Dómkirkjuni og síðani aftur í eina drúgva løtu í sjónvarpingini av Ólavsøkurøðu løgmans.

Hetta er sjálvsagt als ikki nóg gott, og vit harmast almikið um hetta.

Talan var um eitt tekniskt brek í okkara Live-U skipan, sum sendir beinleiðis videosignal.

Vit kanna skipanina og endurskoða mannagongdirnar, soleiðis, at vit framyvir betri kunnu byrgja fyri slíkum óhepnum støðum.

Ivan Hentze Niclasen,
stjóri, KvF

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo