Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Innlendis ítróttur

FSF: Klokkan fimm seinnapartin hósdagin skal føroyska A-landsliðið við kvinnum á vøllin aftur, tá EM-undankappingardystur móti Wales er á skránni á Tórsvølli. Hetta er fyrsti dystur í undankappingini til EM 2021, sum verður í Fraklandi. Hini londini í bólkinum eru Norra, Hvítarussland og Norðurírland.

Føroyska kvinnulandsliðið hevur áður roynt seg í undankappingardyst móti Wales, men tað eru eftirhondini nógv ár síðani. Tann 25. oktober í 1995 spældu Wales og Føroyar EM-undankappingardyst á Farrar Road í Bangor í Wales. Úrslitið gjørdist ein tepur 1-0 sigur til Føroyar. Sigursmálið skoraði Helga Ellingsgaard í 35. minutti.

Eitt lítið ár seinni, tann 8. juni í 1996 møttust liðini aftur á Svangaskarði á Toftum, og tá vunnu walisar 1-0.

Undan dystinum hósdagin eru Føroyar nummar 85 á styrkislistanum hjá FIFA, meðan Wales er nummar 32. Talan er sostatt um eina torføra uppgávu hjá kvinnulandsliðnum, men hon er als ikki ómøgulig.

Hetta er ikki fyrsti dystur hjá okkara kvinnum í ár. Í apríl mánað spældi liðið venjingardyst á útivølli móti Litava. Úrslitið tá bleiv javnleikur 2-2.

Atgongumerki til dystin millum Føroyar og Wales fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, og við dyrnar, áðrenn dystin.

Hópurin
Monika Biskopstø, AaB Ålborg (Danmark)
Anna S. Hansen, EBS/Skála
Marita á Fríðriksmørk, ÍF/Víkingur/B68
Annika R. Christiansen, ÍF/Víkingur/B68
Lív Arge Poulsen, Sundby BK (Danmark)
Durita Hummeland, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Katrina Akursmørk, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Evy á Lakjuni, KÍ
Olga Kristina Hansen, B36
Ansy Sevdal Jakobsen, EBS/Skála
Ásla Johannesen, Farum BK / FC Nordsjælland (Danmark)
Sara S. Lamhauge, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Jónvá Hentze, HB
Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68
Heidi Sevdal, HB
Sarita Maria Mittfoss, B36
Rebekka Fjalsá Benbakoura, HB

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo