Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Lesarin skrivar

Lat ongan iva vera um, at Javnaðarflokkurin er samríkisflokkur, og longri er tann søgan ikki.

Líka mikið hvussu nógv Bárður spinnur og vendir sær, so broytir tað ikki okra støðu at vera samríkisflokkur og vilja størri sjálvræði.

Í síni roynd vil Bárður bert mjólka onkrar Javnaðarstemmur til sín, við at sáa tjóðveldisdreymar innan gáttina hjá javnaðinum.

Javnaðarflokkurin og javnaðarfólk vita fullvæl hvønn ágóða ríkisfelagsskapurin gevur okum og vilja halda fast við okra brøðralag í ríkisfelagsskapinum.

Ístaðin fyri at síggja ella ikki síggja sambands- og tjóðveldis fótonglar, so taka okur í roynd og veru tí skilagóðu og semjusøkjandi tilgongdina.

Sjálvræði í ríkinum ístaðin fyri afturhaldslyndi
Men okur vilja eisini sjálvræði, og tað hevur eyðmerkt alla søgu Javnaðarfloksins!

Heimastýrislógin!

Okur vildu sjálvræði, meðan Sambandið vildi onki vita av!

Yvirtøka av málum og at fremja sosialpolitisk mál.

Okur vildu vælferð, meðan Sambandið vildi onki vita av!

So, um Bárður brádliga spyr um kósina hjá Javnaðarflokkinum um samband ella loysing, so roynir hann, vælvitandi um søguna, at draga Javnaðarflokkin inn í æviga slagsmálið hjá Sambandsflokkinum við Tjóðveldi.

Halt okum uttanfyri, takk!

Sambandið vil onki vita av
Ná, ja, stjórnarskipanin. Sambandsflokkurin sat sjálvur við borðið og snikkaði orðini saman á pappír líka síðan 1999, men hvat?

Sambandið vil onki vita av hesum, akkurát líka sum alt annað slóðbrótandi fyri sjálvræði og vælferð føroyinga!

Sambandið vildi ikki vita av!

Stjórnarskipanin hevur líka nógv við fullveldi at gera, sum sambandið hevur við vælferð og sjálvræði.

Lítið og onki, og sum Bárður sigur, valið um loysing liggur í Føroyum og undirtøka er ikki fyri tí.

Hetta er sannleikin og slepst ikki rundanum.

Men flokkarnir liva av følskum tvístøðum, sum skulu ræða føroyingin antin at taka undir við Sambandinum ella Tjóðveldi til hvørt einasta val.

Latum okum arbeiða fyri fólkið, siga okur, og tú er vælkomin við okum, Bárður.

Okur eru, hóast alt, heimastýrisflokkar.

Jens Arni Leo Hammerfoss

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo