Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Onnur tíðindi

Hon skal hava svikað fyri 111 milliónir krónur tey 40 árini sum hon arbeiddi fyri almannamyndugleikarnar.

Í oktober varð hon avdúkað men hevur síðani krógvað seg. Men í morgun klokkan 4.30 okkara tíð bleiv hon so handtikin í eini íbúð í Johannesburg í Suðurafrika.

64 ár gamla Britta Nielsen er høvuðspersónur í málinum, men onnur fólk eru eisini eftirlýst, og hósdagin bleiv ein 38 ára gamal maður handtikin, sum skal hava verið í hóslagi við Brittu og hava brúkt av pengunum. 

- Nú gleða vit okkum at finna útav, hvar pengarnir eru endaðir, sigur Thomas Anderskov Riis, politiinspektørur, við danskar miðlar eftir handtøkuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo