Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag
- Mark Zuckerberg
Onnur tíðindi

Felagið Barnarættindi: Fleiri mans, av teimum yvir 300, í bólkinum ”Øll børn hava rætt til pápa sín” hava í longri tíð møtst, har práta hevur verið um tær ymsu støðurnar teir og børnini eru endaði í.
Tann 27-08-2019, eftir ein sera góðan fund, valdu fundarfólkið at fara eitt stig longri, og stovnaðu felagið Barnarættindi.

Barnarættindi kemur at arbeiða fyri rættinum hjá barninum, og tí valdi aðalfundurin at navnið á hesum felagsskapi skuldi verða Barnarættindi. Sum navnið sigur, so dekkar tað bæði pápar, mammur og eisini tann gloymda bólkin, sum ongantíð sleppur til orðana, men sum ofta hevur ein stóran leiklut í lívinum hjá barninum – nemliga omman, abbin, mostur, fastur, ja øll familjan aftanfyri barnið.

Somuleiðis kemur Barnarættindi at arbeiða út frá, at mamman og pápin verða javnbjóðis og javnsett um barnið.

Barnarættindi ætlar sær at verða ein aktivur felagsskapur í tilgongdini á familjurættarliga økinum, nú málið er yvirtikið á føroyskar hendur, og ætlar sær at virka fyri, at øll børn fáa síni rættindi. Henda rætt sum longu er staðfestur av ST í barnarættinda-sáttmálanum, men sum ikki verður ”praktiseraður” í Føroyum.

Á aðalfundinum vóru Niels Kári Samuelsen, Mortan Olsen, Benny Brockie, Dávid Christansen, Marni Abrahamsen, Jógvan Páll Hansen og Ingi K. Midjord valdir í nevndina.

Nevndin skipaði seg soleiðis:
Jógvan Páll Hansen, formaður
Benny Brockie, næstformaður
Mortan Olsen, kassameistari
Niels Kári Samuelsen, nevndarlimur
Dávid Christiansen, nevndarlimur
Marni Abrahamsen, eykalimur
Ingi K. Midjord, eykalimur

Sum áður nevnt, so setur Barnarættindi barnið í fokus, og tí kunna øll verða við. Øll ynskja barninum tað besta, og nú hevur barnið so fingið sítt egna talirør.

Barnarættindi kann finnast á facebook við at brúka ”Barnarættindi” sum leitiorð, ella brúka leinkjuna www.facebook.com/barnaraettindi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo