Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Innlendis ítróttur

Síðsta umfarð í liðkappingini í dart var spælt fríggjakvøldið/leygardagin.

Havnar Dartfelag 1 hevði undan síðsta umfari longu tryggja sær FM-heitið, meðan spenningur framvegis var um hini heiðursmerkjaplássini.

Klaksvíkar Dartfelag vann báðar sínar dystir í síðsta umfari og fekk silvur, meðan Vága Dartfelag, ið eisini vann báðar sínar dystir, fekk bronsu.

Úrslitini í síðsta umfari vóru hesi:
HDF 1 – D16        9-0
KDF – D16        9-5
KDF – HDF 1        9-4
VDF – HDF 2        9-6
VDF – Pílar & skot    9-3
HDF 2 – Pílar & skot    9-8
Team Sandoy – HDF 3     9-0 (uttan dyst)
ADF – HDF 3         9-0 (uttan dyst)
ADF – Team Sandoy    9-4

Endaliga støðan í liðkappingini:

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo