Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Øll hava hoyrt tíðindi um broytingar í útflutningsvirði, lønarútgjaldingum og fólkatali. Í løtuni er Hagstova Føroya vertur fyri altjóða ráðstevnu um hagtalsgrunnin, og hvussu hann verður mentur. Hagtalsgrunnurin er grundarlagið, sum Hagstovan í Føroyum og í øðrum londum nýtir, tá ið vit hoyra um útflutningsvirði og annað í tíðindunum.

Tórshavnar kommuna er farin í samstarv við Visit Faroe Islands um eina skipaða ætlan um at gera Tórshavn til ein ráðstevnubý.

Og nú ráðstevnan um hagtalsgrunnin er í Føroyum, beyð Tórshavnar kommuna í gjárkvøldið øllum ráðstevnugestunum til ein bita í Posthúskjallaranum, har Annika Olsen, borgarstjóri, eisini stutt greiddi frá um kommununa, íløgur og framtíðina.

Ráðstevnan hevur 25 ár á baki, og í ár er hon á fyrsta sinni í Føroyum. Ráðstevnugestirnir eru úr eini 20 ymiskum londum og eru áleið 40 í tali. Árliga ráðstevnan hevur avgerandi týdning fyri, hvussu skipanin, sum liggur til grundar fyri øllum hagtølunum, framhaldandi verður ment.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo