Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Lesarin skrivar

Havstovan eigur at taka nakað av ábyrgdini, at ongin toskur er á Føroya Banka.

Tá lítið av føði er, etur tann størri toskur teir smáu árgangirnar av toski. Hetta er eitt kent fyribrigdi, sum fleiri og fleiri fiskifrøðingar eisini taka undir við. Tað er einki at ivast í, at hetta fyribrigdi eisini er partur av frágreiðingini, um hví eingin toskur er á FB í hesum døgum, Harafturat er vanliga nógv havtaska á FB, sum er ein av størstu ránfiskum av hýsu og toski,

Á fundi á Havstovuni oktober 2017 nevndi Petur Steingrund, at toskur kundi eta eina árgangsstyrki av smáum toski. Tað er at toskur etur so nógv, at ein ella fleiri árgangir av toski, ikki koma undan.

Á fundinum um veðurlagsbroytingarnar tann 12. 09 í Norðurlandahúsinum, helt eg at boðskapurin var nakað annaðleiðis, tí tá segði Petur Steingrund, at stórur toskur verjir tann smærra toskin móti ránfiski. Tá hugsaði eg við mær sjálvum, tað má so verða fyri, at aðrir ránfiskar ikki tóku føðina frá teimum.

Ongin línubátur hevur nakrantíð fingið, so nógvan fisk uppá húkin, í Føroyskum sjógvi, sum tá Alberg gjørdi royndir fyri Havstovuna í 2013 og 14. Fyrsta túrin hevði Alberg 6.230 pund á 1.000 húkum, harav 2.418 pund av toski, 1.672 pund av longu, 1.488 pund av skøtu og 686 pund av hýsu.

Eg havi skrivað nógv um óljóð og trol reiðskapin hjá Magnus Heinason (M.H) fyrr. Óljóð kann ofta koma eftir nøkrum minuttum, og tað vita teir á Havstovuni eisini, men teir hava ongantíð vilja tikið ljóðroyndir. Nógv av trolreiðskapinum, hava serfrøðingar ikki verið við til at gjørt, men Havstovan vil ikki lurta eftir nøkrum.

Tað verður sagt, at útgerðin til nýggja havrannsóknarskipið, verður í ein ávísan mun, tann sama sum M.H.

Eru teir á Havstovuni líka glaðir í, um royndirnar eru álítandi ella ikki?

Toskur er ein ránfiskur, og ein fullvaksin toskur krevur nógva føði og jú meira tað er til av stórum toski, jú meira sannlíkt er at kannibalisman gerst stór. Tí er tað avgjørt eisini ein røkt av einum fiskastovni, at tað verður fiskað. Serliga um tekin eru um, at tað ikki er nokk av føði. 

Petur Steingrund tosar í sendingini Nón 17. 09. 2019 um havtasku, og alt annað sum hóttir toskayngulin, men nevndi ongantíð í hesi sending um hvussu nógv toskurin etur av yngli, tí meti eg at tað er at villleiða fólk, at hesin spurningurin ikki eisini verður tikin upp í samband við toskin á FB.

Í Sjóvarmál, sum kom út í vikuni, er alt ein long undanførsla frá Havstovuni, um hvat er hent við toskinum á FB.

Tað blíva fimm orsøkir nevndar:
 
Orsøk 1. Gýtingarstovnurin ov lítil

Hvussu skal gýtingarstovnurin blíva stórur, tá hetta hendur á FB. (sitat úr Partnerne i Sunfish-projektet. 2008 til 2012 DTU – Århus og KBH – schottic og Hamburg unversitet)

“Pas på, ellers bliver du ædt! Der er mange farer, når man er en torsk, og en af de største er ens egne artsfæller. Store torsk spiser gerne mindre torsk, og historisk set har man ment, at det at blive spist af en anden torsk var den vigtigste årsag til dødelighed blandt torsk i d e første leveår. Dødeligheden burde derfor være aἀaget for torskene i Nordsøen i de senere år i takt med, at torskebestanden er blevet væsentligt mindre, og andelen af voksne fisk er faldet.”

(sitat úr Den store lexikon)
“Hvis torskefiskeriet f.eks. reduceres, vil der i flerartsmodellen, ganske som i enkeltartsmodellen, blive flere store torsk. Den øgede bestand af store torsk vil føre til en øget dødelighed for småtorsk, kuller, hvilling, sild, tobis og de andre byttedyr, som torskene æder. Da torskenes fødeindtagelse imidlertid især går ud over de unge fisk, vil det tage et stykke tid, før den øgede dødelighed giver sig udslag i større ændringer i bestandene af voksne fisk. Fiskene skal simpelthen have tid til at vokse sig store, før ændringen slår igennem i de voksne bestande. Så de to-årige prognoser, man bruger til kvoteberegninger, ændres næsten ikke.”

(sitat úr Nordjyske.dk)

“I virkeligheden ved vi grumme lidt om det, erkender Morten Winther. Modsat burde et meget lille antal store torsk i Nordsøen få bestanden til at stige. Torsken er kannibal, og op til 20 pct. af føden består af små torsk. Der er flere sæler, og det gør et indhug i bestanden, men slet ikke i noget i forhold til fiskeriets påvirkning, mener biologen.”  

Í Norðsjónum blívur nakað fiskað, men á FB er ikki loyvi at fiska.

Toskur sum er 107 cm etur ein sum er 62 cm

Eitt video klipp, sum vísir tað sama.

Orsøk 2 - ov lítið av føði
Eg vil eisini siga, at náttúran og harvið føðin hevur næstan alla ávirkan á allar fiskastovnar, men fiska vit ov lítið, blívur føðin nærum burtur, gerst kannibalisman munandi størri.

Orsøk 3 - veiðitrýstið
Tað blívur sagt, at FB er bert stongdur grynri enn 200 metrar og UM ein partur av toskinum fer niður í dýpið og blívur fiskaður, áðrenn hann kemur inn á bankan.

Ein mynd úr Sjóvarmál, vísir nógvar gular prikkar, sum eru inni á munkagrunninum og niðri í dýpinum. Einki um tað eru Gulllaksa-, svartkjafta- ella makrel trolarar og onki um nakran avreiðingarseðlar við stórum bankatoski á.

Er tað nógv um stovnurin er lítil. Her vil eg siga, veit Petur so lítið um hvar Bankatoskurin er, so skal hann heldur lata vera við at úttala seg.

Orsøk 4 – upphitingin
Tað kann kanska blíva einaferð í tíðini, onkrar royndir eru gjørdar, við at klekja toskarogn við 9 gradum, og hesar royndir vístu, at umleið helvtin av rognunum komu undan.

Í 1870’unum bleiv tað sera heitt uppi við Svalbard, og tað bleiv nógvur toskur, og nøkur ár seinri bleiv kalt aftur, og toskurin bleiv burtur aftur

Orsøk 5 - nøgd av  kappingarneytum

Sjálvandi tá ongin sleppur at fiska á FB. Blívur nógv av havtasku, sum eisini er ein tann størsta hóttanin ímóti. bæði stórum og smáum toski, og makrelurin sum etur nógvan yngul, men tann stóri toskurin, er nokk stórstað hóttanin.

Tað eru 116% meira fiskað av havtasku í 2019 enn sama tíðarskeið í 2018 og royndin áleið er tann sama, tað vísir at havtaskan er komin inn á grunnarnar tí liviumstøðurnar eru so góðar nú, tað er onki at ivast í,  hon eisini er komin inn á FB, eftir føði.

Havstovan noktaði frá 2014 til á heysti 2017 fyri at toskurin kom innaftur á grunnarnar.

Tað sær út sum Havstovan hevur flutt seg frá, at gera tað besta fyri land og fiskivinnu, til at arbeiða fyri friðingarfelagsskapum.

Eg skrivi ikki so nógv meira, men leggi klipp úr greinum, og link.

Link 1, og  link 2

Eg vil eisini koma við eini ábreiðslu til tað almenna Kringvarpið, sum hevur fleiri tónleikarar, ítróttarfólk og aðrar serfrøðingar, og er einasti miðil í Føroyum. sum ikki hevur eitt fólk, sum er ført fyri at seta Havstovuni nakrar spurningar.

Spurningar til Havstovuna

Er tað ikki mest sannlíkt, at tá tað blívur fiskað ov lítið, at nærum allur tann smærri toskurin veður etin av stórum toski og havtasku? áleið tað sama, sum hendir á FB, í hesum døgum?

Sum tit vísa á, á síðu 12 í Sjóvarmál, at skip 50 sjómíl uttanfyri 200 metrar dýbdarlinjuna á FB, eru við til av niðurfiska toskastovnin á FB? – kunnu tit útdýpa henda pástand betur?

Hevði tað ikki verið betri um tit lurtaðu eftir serfrøðini, so royndirnar hjá Magnus Heinason og nýggja skipinum blivu álítandi, viðvíkjandi ljóði og útgerð?

Kunnu fólk hava álit á Havstovuni sum granskingardepil, tá teir ikki hava lagt royndirnar hjá Alberg alment fram?

Hví fekk Magnus Heinason ongan tosk í 2013, tá Alberg fekk sera nógvan tosk?

Hví kemur Havstovan ikki alment fram við øllum royndunum sum tit gera?

Fyrst var tað ovurfisking, nú er tað veðurlagsbroytingar, og nógv annað, er hetta ikki bert undanførsla frá veruleikanum?

Nógv skøta er á FB, og nú eingin skøta er veidd har síðan 2009, kann nógva skøtan partvís verða við til at toskurin ikki í nóg stóran mun sleppur eftir krossfiskum og krabbadjórum (FØÐII) á botninum. Dánjal Hansen viðmerking til skøtu á bankanum, link, til túrin hjá Sandshavinum.

Eyðun Hansen
28 09 2019 
  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo