Frægari er hálvt ja og úrslitið heilt - enn heilt ja og úrslitið hálvt
- V. Poulsen

VP spyr

NAVN / NR.FO

Politikkur

15. juni 2017 handaði Havstovan Høgna Hoydal, landsstýrismanni, teirra tilmæli um fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa í fiskiárinum 2017-2018.

- Tá fiskastovnarnir eru væl fyri, er vanliga einki beinleiðis samband millum stødd á gýtingarstovninum og tilgongd. Øðrvísi er, tá stovnarnir eru óvanliga smáir. Tá er tilgongdin sum oftast lítil, serliga tá livilíkindini hjá avkominum eru vánalig. Hetta sæst skilliga fyri tosk á Landgrunninum og hýsu undir Føroyum. Fiskur, ið livir í skiftandi umhvørvi, hevur ymiskar hættir at økja um sannlíkindini fyri, at nakað kemur undan, men tess færri gýtandi fiskar eru, tess torførari er hjá stovninum at taka hædd fyri skiftandi livilíkindum hjá avkominum. Umráðandi er tí at gera alt, sum gerast kann, fyri at gýtingarstovnurin kann vaksa. Eisini verður mælt til at gera tað, ið gerast kann, fyri at tað avkomið, ið kemur undan, fær umstøður at seta til gýtingarstovnin.

- Ein góð umsitingarætlan fyri fiskatilfeingið leggur upp fyri vánaligari tilgongd við at minka um veiðutrýstið, soleiðis at gýtingarstovnarnir ikki fara niður um minstumørkini. Hetta megnaði fiskidagaskipanin, ella umsitingin av henni, ikki at taka hædd fyri, við tað at toskur og hýsa hava verið ájavnt við ella undir minstamørkunum meginpartin av tíðini eftir umleið 2006. Tann nýggja fiskivinnuskipanin, sum ætlanin er at seta í verk í 2018, eigur, sum longu nevnt, at taka hædd fyri vánaligari tilgongd og miða ímóti, at vit í framtíðini kunnu fáa størstu varandi veiðu úr okkara fiskatilfeingi, verður millum annað sagt í tilmælinum.

Tilmæli kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann