Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Eyðun Hansen skrivar: Fiskifrøðingarnir hava havt avgerðarrættin á Føroya banka nú í nógv ár. Har hevur ongin trolari verið síðani 1987 og onki línuskip síðani 2007, tá teir góvust í 2007 var brúkiligt fiskarí har,  hví er ongin toskur nú á Føroya banka 12 ár seinri?

Hevði tað verið nakra aðrastaðni, so hevði tað fingið avleiðingar fyri avvarðandi stovn. Um vit rokna miðalveiðu frá 1965 og til hann stongdi í 2007, so kann mista avreiðingarvirði verða uml. ½ milliard kr. hesi árini Føroya Banki hevur verið stongdur. Eitt er vist, og tað er, at Havtaskan hevur havt góðar dagar á Føroya Banka seinastu 12 árini.

Hvør veit nú betur!
Osmund Justinussen fylgjur væl við El-nino og ávirkanina uppá náttúruna og hitan í sjónum, nógv bleiv tosa um, at okkurt mátti Osmund vita, tá hann keypti 3 trolbátar fyrst í januar 2014

Tá eg hevði hoyrt fiskimenn eina tí tosa um, at meira av føði var í fiskinum og teir roknaði við at toskurin kom aftur,  stovnaði eg bólkin “Tá fiskurin kom aftur” á FB, hettar var í august 2014

Tað er gomul vitan ímillum Føringar, at toskur tekur steinar í magan, tá hann flytur djypri ella grynri og sum eg hoyrdi tá eg var 8 – 10 ára gamal. Hesar frágreiðingarnar prógvar eisini, at tað sum hendi í 90’inum og tað sum hendur nú líkist sera nógv. Í 90’inum tá toskurin kom aftur, vóru ofta nógvir steinar í maganum á toskinum, sama fyribrigdi hevur verið nú.

Eg havi prógv fyri, at tað var minni av toski í 90’inum enn frá 2012-2014, sum eg leggi við. Onkur heldur at tað er løgi, at eg í 2014 skrivið um, at toskur var á grunninum, men tók ikki línu fyrr enn á heysti 2018

Her er eitt dømi um gongdina hjá línubáti í 90’inum: Veiðan hjá Norðsøka við línu frá 6-1-1992 til 1-4-1997, hvør lína hevði uml. 300 húkar.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo