Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Lesarin skrivar

Í seinastuni hevur nógv verið frammi um lúsatrupulleikan hjá alivinnuni, ið ikki fæst tamarhald á tí lýsnar eru blivnar mótstøðurførar móti øllum evnum, og at hesi evni eisini oyða annað livandi í sjónum. Slík støða er ikki haldbar, og hon sær ikki út til at blíva annarleiðis sjálvt um roynt verður við ronkelsi og øðrum hættum av basa lýsnum.

Aling i opnum ringum letur seg ikki gera sum ein støðug, trygg ella burðardygg vinna, m.a. tí framleiðslan heilt einfalt ikki ber til soleiðis sum hon verður útinnt, og uttan at álvarsamt árin stendst á lívfrøðiligu viðurskiftini, sum virka í sjóumhvørvinum á firðum, sundum og fram við sjóarmála. Hetta árin frá lúsabasingarevnum, kopardálking frá alinótum, fóðurleivdum og ovurstórum nøgdum av skarni frá alifiskinum, ið legst á botlendið kring aliøkini, tekur lívið av alskyns smákykt, krabbadjór og djór, ið hava kálkskel, samstundis sum skarn og fóðurleivdir køva tilrenning av súrevni, ið verður etið upp av baketrium í móruni og við úrslitinum, at eitrandi svávul- og methangassir íkoma, ið aftur versna nógv um lívfrøðiligu umstøðurnar.

Nøgdirnar av lúsabasingarevnum eru ovurstórar sammett við nýtsluna í Noreg, og sæst eisini at lúsatíttleikin er fýrafalt so stórur sum í Noreg. Mest loyvda lús í Noreg er 0,5 pr. alifisk, meðan sama tal er 2 lús fyri føroyskan alifisk. Og boð eru eisini givin at taka fisk í onkrum alibrúki vegna ov nógva lús.

Kanningar staðfesta álvarsama dálking
Staðfest er í kanningum og ítøkiligum dømum frá Noreg, Kanada, Skotlandi og Írlandi og øðrum londum við, og sum vit eisini síggja tað her heima, at álvarsom skaðaárin standast á lívfrøðiligu viðurskiftini á firðum og økum har aling finnist, og at vandamikil lúsabasingarevni síggjast aftur langt burturi frá aliøkum. Frá Noreg verður víst á álvarsama niðurgongd í rekjuvinnuni, og sama er har hummarafiskiskapur hevur munandi minni úrtøku og nógvan deyðan hummara.

Havstovan kannaði nøkur øki har aling gongur fyri seg, og máldi m.a. nøgd av súrevni við botn, ið visti seg at vera undir markinum fyri hvat krevst fyri at djór kunnu liva. Kanningar frá NIFES og Havforskningsinstituttet, granskingarstovnum í Noreg, vísa greitt, at m.a. pesticidið flubenzuron tekur lívið av rekjum, og at eisini blandingar av fleiri evnum (koktaileffekt) hava sera ógvusligt árin á lívfrøðina.

Sagt verður t.d. í 2010: "Det ble funnet påviselige konsentrationer av disse stoffene (flubenzuron) i prøver av sediment, partikler i vann, blåskjell, tanglopper, taskekrabbe og reker fra lokaliteter hvor det var behandlet med lusemidler".

Og í 2013 verður meira neyvt staðfest, at flubenzuronir eru truplar at bróta niður í náttúruni, og sjálvt eftir 3 mánaðum vóru nøgdirnar áleið tær somu. Og enntá 8 mánaðir seinri vóru nøgdirnar sera sjónligar. Hvørvur evnið niður í móruna verður tað næstan óforgongiligt.

Flubenzuronir síggjast aftur upp í 1 kilometur frá alibrúki, og reka víða við streyminum. Leivdir av flubenzuron varð funnið í krabbadjórum og bustamaðki upp í 8 mánaðir eftir at evnið varð brúkt, og árin á hummarayngul vóru ógvuslig. Hjá ynguli, ið var livandi, varð staðfest avskeplaður vøkstur í klón, tilkálkað bein, harðnað følihorn og opin tokn. Samlað árin við deyðum hummara og seinskaðum varð mett til 50% fyri øll øki har flubenzuronir vóru brúkt til avlúsing.

Niðurstøðan er, at hava onnur krabbadjór sum t.d. krabbi, kreps og reka somu árin sum hummarayngul, er tað sannlíkt at somu nøgdir máldar vóru, vilja forða skelskiftið.

Kanningar, ið Umhvørvisstovan skipaði fyri í 2013, av nøgdum av diflubenzuron í føroyska umhvørvinum, góvu nakað sama úrslit sum norsku kanningarnar. Har diflubenzuron varð brúkt til avlúsing, varð tað staðfest í øllum sýnum, eisini í sýnum, sum vóru tikin nakað burturi frá alibrúki.

Við treku niðurbrótingini í náttúruni vil evnið sostatt verða støðugt í umhvørvinum har avlúsað verður tvær ferðir um árið.

Nøgdirnar av lúsabasingarevnum tóku dyk á seg í 2010 og eru øktar sera nógv, og eru væl størri í Føroyum enn í Noreg. Í 2012 brúkti føroysk alivinna 848kilo av diflubenzuron til uml. 70.000 tons av alifiski, og í Noreg vóru brúkt 1.611kilo til uml. 1.millón tons av fiski. Og sama ger seg galdandi við hydrogenperoxid har fólk í Noreg øtast, at heili 30.000 tons vóru brúkt í 2014, meðan føroyingar "einans" brúktu 5.000 tons sama ár. Nakað meira enn tvær ferðir nøgdina í norsku alivinnuni.

Skarnnøgdir svarandi til 1.mill íbúgvar
Afturat lúsabasingarevnum eru onnur evni í fóðurinum, ið eru fremmand í umhvørvinum og kunnu hava við sær skaðilig árin. Umleið 7% av fóðurinum fer gjøgnum nótina og hopast upp í rúgvu undir nót og í lagdum á firðunum. Her er talan um uml. 5.000tons um árið. Næst er skarnið frá alifiskinum, ið er uml.70.000 tons ella sama nøgd sum 1.mill.fólk lata frá sær um árið.

Fyri t.d. Árnafjørð merkir hetta, at skarnnøgdin er av somu stødd sum tann 50.000 fólk lata frá sær.

Nakað annað í samband við skarn og lívrunnað tilfarið í fóðurleivdunum, er at hetta í biogassframleiðslu kann geva uml. 135millónir kilowattímar ravmagn. Og víðari er talan stóra nøgd av taðingarevni frá avgassaða tilfarinum, ið kann nýtast til gróðurin.

Ivasom og ikki burðardyg fóðurframleiðsla
Aling í opnum nótum á firðunum er ikki ein vinna sum lýkur krøvini til at verða ein burðardygg vinna. At framleiða biomassa við fóðuri er ikki ókent, men tað skal verða í innihegnaðum og lokaðum skipanum, og ikki i fríðari náttúru.

Aðrir faktorar í framleiðsluni eru at góð helvtin av fóðurinum er plantufóður sum soya, hveiti og raps, og har GMO rávøra eisini er staðfest saman við ovurstórum nøgdum av øðrum pesticidum. Rættuliga ivasamt er um plantufóðuri kann sigast at hava nakran burðardyggan uppruna, afturat at pelagiska fóðuri var betur farið sum grundarlag fyri mannaføði og føði hjá øðrum fiskasløgum, sjófugli og annars sum liður í samlaðu lívfrøðini í høvunum.

Lokaðar skipanir einasta loysn
Aling eigur einans at verða framd í lokaðum skipanum og har fult tamarhald er á øllum liðum. Einki dálkandi frárensl ella vandamikið rusk eigur at liggja eftir, og alt eigur at koma til høldar og gagnnýtast skilagott.

Lokaðar skipanir verða bygdar fleiri staðir og sjálvt Marine Harvest hevur nú sett stórar upphæddir í at fremja næsta ættarlið til framkomna alivinnu.

Heldur enn at dúva á skjóta og stóra framleiðslu undir óskipaðum umstøðum, har pressast skal so nógv burturúr náttúruni sum til ber, og við teim avleiðingum vit síggja, eigur at verða lagt um frá opnum ringum til aling í lokaðum skipanum á sjógvi ella landið.

Náttúra, umhvørvið og siðaarvur fyri vanbýti
Onnur tap enn tey fyri náttúru og umhvørvi, er aldargomul mentan at fiska seið og annan smáfisk inni á firðunum. Her hoyrist javnan um seið, ið hevur eti alifóður og luktar illa, er undarligt leysur í kjøtinum og heilt óbrúkiligur sum mannaføði. Nýliga var mál um multu á Sárvágsfirði, ið vísti illa skaddum og sjúkan fisk, og har alingin á fjørðinum fekk skuldina. Deyðan hummara hava vit sæð fleiri ferðir, og fólk meta fjørðan í fleiri støðum kring landið er broytt og øll skeljadjór eru horvin. Toskur er fingin á línu úti á 12 fjórðingum norðanfyri, og við maganum fullan av alifóðuri. Frá Noreg verður sagt frá at seiður svimur millum alibrúk og sæst allar staðir fullir av fóðuri.

Afturat at fiskur á firðunum er blivin vánaligur, er ein vandi at fólk ikki vita nær avlúsa verður og tí kunnu fáa fisk, ið inniheldur lúsabasingarevni. Eingin almen fráboðan er um nær avlúsað verður, og oftast skulu ganga 4 til kanska 6 vikur til fiskur kann takast aftir avlúsing.

Eingin skylda er opinbrat at tað alment verður fráboðað um sloppnan alifisk, ið t.d. just er avlúsaður.

Sigast kann at ein aldargomul mentan og rættur hjá einhvørjum at gagnnýta tað fiskast kann á firðunum verður skúgva til viks, og at álvarsamt dálkandi árin tí kann oyða alt livandi á firðunum. Avleiðingar og skaðilig árin frá alivinnuni eru ikki í sambært galdandi lógum m.a. Umhvørvislógina frá 1988 og Havumhvørvislógina frá 2011, og hevur landsstýrið tí skyldu til at fáa hesi viðurskifti í rættlag.

Flest allir firðir og brúkbar øki í landinum eru løgd út til aliøki, og einstøk øki eru góðkend, men ikki tikin í nýtslu, og onnur øki eru í umbúnað at verða góðkend.

Umhvørvisárinsmeting av Sandsvág og Hvabiarfirði
Við hesum skal heitast á Heilsu- og Innlendismálaráðið, ið umsitur Havumhvørvis- og Umhvørvislóggávu, at fáa sett í verk umhvørvisárinsmetingar av Sandsvág og Hvalbiarfjørði. Givin er umhvørvisgóðkenning til P/F Marine Harvest Faroes hin 23.mars 2015 til aling av laksi og síli á alifjørði C-17, Sandsvág og Skúvoyarfjørður. Tosað er um aling á Hvlbiarfjørði, og kann um hesi øki sigast, at tey enn eru hildin heilt frí fyri aling og lúsabasingarevnum, og sostatt mugu metast at hava eina lívfrøðistøðu í javnvág í náttúrunar vistskipan.

Umhvørisgóðkenningin umrøður serstaka sílastovnin á Sandi, og at P/F Marine Harvest Faroes "skal gera eina ætlan fyri kanningar av, hvussu aling á staðnum ávirkar lúsatrýstið á sjósílastovnin, eftir at laksur er settur út á eitt øki, har ongin aling hevur verið."

Til hetta kann sigast, at púrt eingin meining er í at gera kanningar, eftir at fiskur er settur út í eitt øki. Næst kan setast spurningur til trúðvirðið tá tað er alifelagið sjálvt sum skal standa fyri kanningini.

Tá alifelagið ikki er byrjað aling á Sandsvág, og eingin inntøka frá framleiðslu mist, og er tí eingin forðing hjá Heilsu- og Innlendismálaráðnum, við tilvísing til viðurskiftini innann laksaalingina og ovurstóru dálkingina, og lógarheimildir annars, at taka stig til eina umhvørvisárinsmeting sambart "Vegleiðing um gókenning og umhvørvisárinsmeting av verkætlanum á sjónum og í sjóvarmálanum", sum just er løgd fram 16.januar í ár frá Umhvørvisstovuni.

Havumhvørvislógin, løgtingslóg nr.58 frá 26.mai 2011, og tess endamálsorðingar eru greiðar til vernd av náttúru og umhvørvi, og sigur Kap.13 frá um Meting um fylgjur fyri náttúru og umhvørvi, at verkætlanir og virksemi á sjónum og fram við strondini, ið ávirka náttúru og umhvørvi munandi, kunnu ikki setast í verk uttan góðkenning frá landsstýrismanninum, og smb. stk.2., kunnu góðkenningar ikki veitast fyrr enn mett er um avleiðingarnar fyri náttúru og umhvørvi.

Við lúsabasingarevnunum er talan um útlát av kemiskum evnum í havumhvørvið, ið bann er sett fyri. Umhvørvisgóðkenningin er givin smb. Umhvørvislógini kap.5, men er tó við Havumhvørvislógini Kap19. §41.stk.2, einki til hindurs fyri at "Loyvi, sum eru givin sambært hesi lóg ella einari lóg, sum verður sett úr gildi við hesi lóg, kunnu broytast ella takast aftur, um fyrilit fyri verju av havumhvørvinum gera hetta neyðugt."

Vit hava samtykt altjóða sáttmálan um tryggjan av lívfrøðiliga margfeldi, og sáttmálan um burðardygga menning, og hava eisini við IMO, MARPOL og OSPAR havumhvørvisreglum bundið okkum til at halda ásetingar um bann móti dumping og útlátum av kemiskum evnum í høvini.

Íbúgvar eru frátiknir sjálvsøgd rættindir trygt at gagnnýta náttúrunar tilfeingið og friðsælu á firðunum, og lívfrøðiliga margfeldi er fyri álvarsamari hóttan har roknast kann við at sjósílini innan fá ár eru avoydd.

Serstøk náttúra og umhvørvi er við bæði Sandssvág og Hvalbiarfjørð, og eigur at verða veitt trygd fyri at ikki allir firðir í landinum skulu enda sum eitraðir og deyðir køstar.

Einasta rætta leið er tí, at landsstýrið gevur alivinnuni nøkur fá ár til at avrigga alla aling í opnum nótum, og at henda framyvir skal verða í lokaðari skipan til eina ásetta freist.

Eg skal tí heita á Heilsu- og Innlendismálaráðið at fáa sett i verk eina umhvørvisárinsmeting av hesum báum firðum, og at aliloyvið á Sandsvág verður tikið aftur.

Avrit sent til Vinnumálaráðið, Løgmansskrivstovuna og Løgtingsins Rættarnevnd.

Kári Thomsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo