Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Útlendis ítróttur

Eden Hazard er harmur um at tað endaði so sum tað gjørdi hjá José Mourinho í Chelsea.

– Tey seinastu tólv árini havi eg bara havt eina ringa sesong – teir seks seinastu mánaðirnar undir Mourinho, sigur Hazard við belgiska miðilin HLN, yvirsett av Sky Sports.

– Og tað var partvís mín egni feilur, viðgongur Chelsea-stjørnan sum neyvan hevur leikt betri enn hesa sesongina.

– Um eg verið spurdur um ein venjara, sum eg hevði ynskt at leikt undir aftur, hevði eg svarað Mourinho. Tað er ikki nógv eg angri í míni karrieru, men at eg ikki slapp at leika undir Mourinho í Chelsea meira, er eitt av tí. Vit høvdu eitt lið sum var ført fyri at vinna steyp, men vit komu bara inn í eina ónda ringrás, sigur hann sambært norska TV2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo