Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Mynd: Jens Kr. Vang

Í kvøld gjørdist greitt, at John Frederiksen skiftir frá 07 Vestur til HB komandi kappingarár.

Hetta boðar HB frá á heimasíðu sínari í kvøld.

John Johannensen Frederiksen er 21 ára gamal áleypari, ið hevur traðkað sínar barnaskógvar á Bornholm. John hevur við 6 málum í 13 dystum í ár sligið sítt navn fast ímillum avgjørdu málskúttarnar í bestu deildini, sigur heimasíðan hjá HB í hesum sambandi.

Evnaríki framherjin spældi sínar fyrstu dystir í Danmark, har hann hevur tørnað út fyri NB Bornholm og Fredensborg.

Harumframt hevur John spælt fyri U17 og U19 landsliðið hjá Føroyum, eins og hann eisini hevur verið úttikin til U21 landsliðið hjá Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo