Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

HB stríddist manniliga og kom á odda 2-0 tíðliga í seinna hálvleiki, tá liðið í kvøld leikti ímóti HJK Helsinki á heimavølli.

Harvið manglaðu havnarmenninir einans eitt mál fyri at koma upp á javnt í tí samlaða roknskapinum.

Teir reyð-svørtu komu tó aldrin so langt, og í staðin endaði dysturin við javnleiki 2-2 - og finnlendingarnir komu harvið víðari til næsta umfar í kvalifikatiónini til Champions League við einum samanløgdum 5-2 sigri.

Sebastian Pingel (17) og Lasse Andersen (56) skutu málini hjá HB, meðan Riku Riski (59 og 77) skjeyt bæði málini hjá finska meistaraliðnum.

HB skal nú leika í Europa League - eftir øllum at døma ímóti norðurírska Linfield.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo