Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Skúli

Hetta er ein stórur dagur, nú vit í dag kunnu fegnast um, at fyrsti partur av skúlanum á Fløtum longu verður reistur.

Arbeiðið hevur gingið fyrimyndarliga væl, tí her eru nógvir partar, sum hvør sær geva sítt postiva ískoyti til virkisgongdina, at alt skal eydnast og at kostnaður og tíð verða hildin.

Felags stev og kós er sera týðandi í eini so umfatandi verkætlan, skal hon ganga eftir vild.

Seinnu árini hava vit bygt tveir nýggjar skúlar í býnum, Skúlan við Løgmannabreyt og Skúlan á Argjahamri, ið sum heild virka væl.

Nú er so enn eitt stórt stig tikið á skúlaøkinum, har ambitiónirnar eru ikki minni, so her krevst nógv av øllum pørtum – bæði kommunu, ráðgevum og arbeiðstakara.

Spennandi skúli
Ætlanin er, at hesin spennandi skúlin skal geva bestu fyritreytir fyri, at næmingar og starvsfólk fáa góðar læru- og arbeiðsumstøður.

Millum annað er dentur lagdur á ein serstakan nátturúvísindadepil, handverk og list, rørslu inni og úti, spennandi og mennandi útiøki, sjónliga læring í list og so framvegis.

Eina hjartans tøkk eiga tit uppiborið, ið hava gjørt ein stóran innsats fyri skúlan – bæði bygginevnd, umsitingin, ráðgevar og arbeiðstakarar.

Men ikki minst eiga handverkarar og arbeiðsfólk, sum í hesi vetrartíð hava gjørt hetta møguligt og eru komin so langt á leið, eina stóra tøkk fyri gott arbeiðslag.

Við hesum orðum vil eg framhaldandi ynskja øllum góða eydnu við hesi stóru verkætlan.

Heðin Mortensen
býráðslimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo