Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Lesarin skrivar

Tá avdankaði diktatorurin og vargurin ættaður úr Froðba, Heðin Mortensen, gekk som annar keisari runt í býnum at tekkjast veljarum til býráðsvalið, varð roynt at reka tey gomlu á umættingarheiminum við W. U. Hammershaimbsgøtu í rætt - og har skorða nakrar atkvøður.

Urtagarðurin við umlættingartheimið hevur 5 sera sjáldsom trø av slagnum tjørn, ið ikki hava verið røktað síðan harra mortensen (skrivast altíð við lítla m) fekk fótin inn um býráðsgátt fyri tveimum mansaldrum síðani.

Til at tekkjast teim eldru á umlættingarheiminum - vóru boð givin urtagarðsfelag at kappa trøini niður fyri at geva meira dagsljós.

Hesum varnaðist eg í síðstu løtu - og fekk steðgað varginum i at forkoma sjáldsomu trøunum.

Sum vant nú vargurin tíanbetur er settur uttan fyri alla ávirkan í býráðnum - verður leika í sum óður maður - og alt nýtast kann at seta niður á býráð - verður tikið i nýtslu.

Samtyktir verða ikki hildnar, boðar hann frá, men dugir ikki at síggja, at er nakar, ið ikki hevur hildið býráðssamtyktir, t.d. sethúsaútstykkingina á Hvítanesi, so er tað just hann sjálvur.

Egosentreraður narcissistur út um øll mørk, ið ikki heldur seg aftur frá at leggjast eftir einhvørjum, ið ikki hóvar honum - er hansara sereyðkenni.

Hóttanir á samgongu, bæði beinleiðis og óbeinleiðis í tí dulda, hevur kostað nógvum nógvar ónáðir.

Makt fyri maktsins egnu skuld tók Sambandsflokkurin til eftirtektar og ripaði harra mortensen úr flokkinum - lukkutíð at Føroyar ikki endaðu við varginum úr Froðba sum løgmanni - og at sjáldsomu trøini ikki hvurvu.

At nógv skrambul er vælkomið innan sonevnda sosialistaflokkin er so ein onnur søga, men vargar eru, sum orðið sigur, vargasligir og óálítandi og eingin kann kenna seg tryggan við slíkar - heldur ikki sjáldsamur vøkstur í Tórshavnar kommunu.

Kári Thomsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo