Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Tað var ein stórhending í føroyskari ítróttarsøgu, tá ið havnarmaðurin, Helgi Dam Ziska, sum fyrsti føroyingur nakrantíð vann sær heiti stórmeistari í talvi. Hetta hendi, tá ið Helgi vann á Jose Daniel Gemy úr Bolivia á talvolympiaduni í Baku.

Í dag var stórmeistarin boðin til samkomu í Móttøkuhúsinum í sambandi við flotta avrikið herfyri.

Helgi Dam Ziska telist nú millum bestu telvarar í heiminum, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, ynskti telvaranum hjartaliga til lukku við nýggja heitinum stórmeistari.

Stórmeistarin er vaksin upp í Havnar Telvingarfelag, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, duldi ikki fyri, at Helgi Dam Ziska er ein góð fyrimynd hjá telvarum í øllum aldri – bæði í Havn og kring landið.

Á myndini: Finnbjørn Vang, formaður í Talvsambandi Føroya, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Helgi Dam Ziska, stórmeistari, og Rubek Lilaa, formaður í Havnar Telvingarfelag. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo