Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Politikkur

Eftir at Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, í gjárkvøldið hótti við at revsa pedagogar, ið fóru í verkfall - hetta gjørdi hann í einari samrøðu við in.fo -, hava trý fakfeløg tikið til orðanna og funnist at stjóranum í dag.

Hesi eru:

- Starsvmannafelagið
- Maskinmeistarafelagið
- Havnar Arbeiðskvinnufelag

Sum skilst á lagnum ætlar samgongan nú at leggja eitt uppskot fyri tingið, sum skal tryggja, at nóg mikið av pedagogum eru til arbeiðis. Endamálið við uppskotinum er at forða fyri einari neyðstøðu.

Tað er tó enn ikki vist, hvørt nóg stór undirtøka fæst fyri at leggja eitt slíkt uppskot fram. Seinasta freist at leggja uppskot fyri løgtingið í ár er farin, og skulu 17 løgtingslimir skriva undir, áðrenn tað kann leggjast fram.

Sum skilst eru fleiri samgongutinglimir ímóti uppskotinum.

Kringvarpið visti at siga í kvøld, at Edvard Heen hevur verið á fundi við landsstýrið og formennirnar í politisku flokkunum í morgun. Har greiddi hann teimum frá, at støðan er álvarsom, og at hon versnar munandi í morgin.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo