Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Innlendis ítróttur

Eftir barnsburð, er Heidi Sevdal nú aftur klár at spæla fótbólt, og í døgunum 6. til 11. apríl verður Heidi við kvinnulandsliðnum, sum skal spæla innleiðandi HM-undankapping í Føroyum

FSF: Heidi Sevdal hevur seinastu nógvu árini verið millum stóru profilarnar í føroyskum fótbólti, bæði í heimligu kappingini og á landsliðnum. Kviki framherjin hevur skotið eitt ótal av málum, og hevur eisini vunnið heiðurin sum ársins spælari fleiri ferðir.

Soleiðis var kortini ikki farna kappingarár. Orsaka av barnsburði varð Heidi noydd at skræða eitt heilt ár burturúr fótbóltskalendaranum, og tað kann tykjast løgið, tá bólturin hevur verið mestsum einaráðandi í meir enn 20 ár.

- Tað var ein stór broyting. Hóast eg hevði vant meg við tankan ígjøgnum veturin, var tað løgið at sita uttanfyri og hyggja at. Serliga fyrstu tíðina, tá eingin venjing ella dystur var á skránni, og eg mátti læra meg at njóta frítíðina, sigur Heidi.

Hetta kappingarárið fáa fótbóltsglaðir føroyingar – ikki minst liðfelagarnir á føroyska landsliðnum, sum hava spennandi HM-undankapping fyri framman – tó aftur gleði av sterka spælaranum, sum gleðir seg at umboða Føroyar á heimavølli fyrst í apríl.

Heidi sigur, at tað er ein fantastisk kensla at sleppa at spæla aftur, men tá hon byrjaði aftur at venja í vetur, merkti hon kortini væl, at barnsburðurin hevði kravt sítt.

- Serliga fyrstu tíðina kendi eg, at kroppurin var broyttur, og at eg ikki megnaði tað sama. Umframt at eg vigaði væl meira, var kroppurin ikki eins lættur at fáast við. Rennilagið var ikki tað sama, og ferðin var ikki tann sama. Serliga minnist eg, at eg nærum ikki fekk gingið fyri pínu í kroppinum, ta fyrstu vikuna. Tað gjørdist tó lættari fyri hvørja venjing, og tað motiveraði meg til meira. 

Hart at byrja aftur
Heidi skiftið í vetur úr HB, sum hon hevði umboðað síðan 2012, til EBS/Skála, sum seinastu árini hevur verið størsti avbjóðarin hjá KÍ um føroyameistaraheitið. Eisini stendur spennandi HM-undankappingin fyri durum, og Heidi vildi vera so væl fyri sum gjørligt til hesar avbjóðingarnar. Hon hevur heldur ikki ligið á latu síðuni.

- Eg havi vant sera nógv, hart og málrættað. Eg føldi, at fótbólts- og hondbóltsvenjingar ikki vóru nokk, og at eg mátti gera ein størri innsats fyri at koma skjótari í form. Eg fór at venja spurtir og renningar eftir næstan hvørja venjing, og meldaði meg til ’BURN’ fyri at fáa styrkivenjing. Tað hevur verið bæði torført og til tíðir frustrerandi.

Nú kennir hon seg til reiðar til júst byrjaða kappingarárið, og hevur góðar vónir til innleiðandi HM-undankappingina á heimavølli, sum verður spæld á Tórsvølli dagarnar 6. til 11. apríl. Mótstøðuliðini vera Luksemborg, Montenegro og Turkaland.

- Vit spæla á heimavølli og á kunstgrasi, vit kenna veðurlagið og undirlagið, so allar fortreytirnar eru til okkara fyrimun. Hini londini eru sterk, men málið er púra greitt. Vit skulu vinna kappingina.

Men hvussu er so at vera aftur á vøllinum?

- Tað er fantastiskt! Fótbóltur hevur verið fastur partur av mær, síðani eg, sum 5 ára gomul, byrjaði at venja við NSÍ. Eg havi elskað tað øll árini, so tað er sjálvandi ein góð kensla at sleppa at spæla aftur.

- At eiga børn nýtist ikki at verða ein orsøk til at gevast, tí um umstøðurnar loyva tí, so ber væl til at verða mamma og íðka ítrótt á høgum støði. Tað er bara ein onnur avbjóðing, ið krevur vilja, øðrvísi raðfestingar og gott bakland, sigur Heidi Sevdal við heimasíðuna hjá FSF.

-----

Dystarskráin til HM-undankappingina

Hósdagin 6. apríl

Kl. 15:00 Turkaland - Montenegro á Tórsvølli
Kl. 19:30 FØROYAR - Luksemborg á Tórsvølli

Leygardagin 8. apríl
Kl. 15:00 Montenegro - FØROYAR á Tórsvølli
Kl. 19:30 Turkaland - Luksemborg á Tórsvølli

Týsdagin 11. apríl
Kl. 13:00 FØROYAR - Turkaland á Tórsvølli
Kl. 13:00 Luksemborg - Montenegro á Ovara Vølli í Gundadali

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo