Ein vísur maður tosar, tí hann hevur okkurt at siga. Ein dári tosar, tí hann má siga okkurt
- Platon
Innlendis ítróttur

Í gjár var samkoma í Múllers Pakkhúsi, har føroyameistararnir úr Havnar Svimjifelag vórðu heiðraðir. Annika Olsen, borgarstjóri, sum var vertur, byrjaði røðu sína við at ynskja tillukku við fantastiskum avrikum í føroyameistarakappingini í stuttgeil fyri eini góðari viku síðani.

- Tit í Havnar Svimjifelag settu eina tjúkka striku undir, at tit eru allarbest og tí eisini eru fantastisk umboð fyri Havnina. Vit eru øll somul sera errin av tykkum og vilja takka tykkum fyri tann heiður, ið tit við tykkara framúrskarandi úrslitum hava gjørt okkum øllum.

- “At vinna heiðursmerki er altíð ótrúligt, og at vinna hjálpir tær at vinna meira!” Tað segði svenska svimjidrotningin, Therese Alshammar, tá ið hon sum næstan 39 ára gomul hevði vunnið gull í eini altjóða kapping í Rom fyri tveimum árum síðani. Og soleiðis er tað eisini, at meira elur meira, so tá ið tú fyrst hevur kent smakkin av sigrinum, vilt tú bara hava meira av tí sama.

Sí fleiri myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo