Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Hagstovan: Í 2016 fiskaðu føroysk skip samanlagt 568 túsund tons á øllum leiðum. Tað eru 18 túsund tons minni enn í 2015, tá heildarveiðan varð 586 túsund tons. Í mun til 2015 er tað nøgdin av sild, ið er økt, um 13 túsund tons, meðan størsta minkingin var í veiðuni eftir lodnu, góð 21 túsund tons, og makreli um 12 túsund tons.  

Heildarveiðan er øll veiða hjá føroyskum skipum á øllum leiðum. Heildarveiðan verður uppgjørd einaferð um árið í mai mánaði. Heildarveiðan er uppgjørd í livandi vekt.

Heildarveiðan er økt munandi síðani 2012, góð 200 túsund tons, og er á hædd við metárið 2006, tá heildarveiðan var 623 túsund tons. Orsøkin til stóru økingina seinastu fimm árini, eriøgdirnar hesi  einamest uppsjóvarfiskurin og harí serliga nøgdin av svartkjafti, sum er økt seinastu árini – ein øking í nøgd síðan 2013 á leið 200 túsund tons.

Størsti parturin av heildarveiðuni, 279 túsund tons, varð fiskaður í føroyskum øki, sum er ICES øki Vb1b og Vb2. Tað er føroyski landgrunnurin og Føroya banki. Havast skal í huga, at heildarveiðan verður gjørd upp eftir ICES økjum (sí kort yvir ICES-økini niðast). Føroyskt sjóøki er eisini í ICES IIa, Iva og Va. Harafturat verður nakað av veiðuni á Hatton Bank og í altjóða sjógvi í Irmingarhavinum roknað at verða veitt í føroyskum øki.

Av hesum 279 túsund tonsunum í føroyskum øki taldi svartkjaftur um 189 túsund tons, upsi 30 túsund tons og sild um 11 túsund tons.

Næst størsta fiskileið hjá føroyingum í 2016 var ICES øki IIa1 og IIa2 (Eysturgrønland, Jan Mayen og Norskahavið), har góð 130 túsund tons vóru fiskað, harav góð 53 túsund tons vóru makrelur og góð 43 túsund tons sild.

Sí meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo