Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Innlendis ítróttur

- Falskir sannleikar verða avdúkaðir, og kúgandi ónda kurringrásin verður steðgað við harðari hond.

Soleiðis sigur Snorri Patursson, kostfrøðingur, um fyrilesturin, ið hann fer at hava heilsufótbóltsdagin, ið verður fríggjadagin 17. mai 2019 á Tórsvølli.

Hetta er fyrsti heilsufótbóltsdagurin, ið Fótbóltssamband Føroya skipar fyri. Endamálið við degnum er at varpa enn meira ljós á heilsufótbóltin kring landið og hava eitt tiltak fyri øll tey, ið íðka heilsufótbólt í Føroyum. Fleiri viðurkendar kanningar eru gjørdar í samband við heilsufótbólt, og úrslitini eru heilt greið. Íðkararnir fáa meira orku, betri javnvág, sterkari vøddar, lægri blóðtrýst, tapa seg nøkur kilo, og beinagrindin verður sterkari.

Les meira um ágóðan, ið tú og kroppurin hjá tær fær av heilsufótbólti: trýst her

Aftrat fyrilestrinum hjá Snorra Patursson verður fyrilestur um skaðafyribyrgjandi venjing. Dagurin byrjar sjálvandi við einari fótbóltskapping millum tey, ið spæla heilsufótbólt kring landið.

Tað er ókeypis at luttaka og møguleiki er at melda til sum lið ella einstaklingur. Tá meldað verður til sum lið, er hetta samstundis tilmelding til fótbóltskappingina (tað er ikki ein treyt, at man tekur lut í fótbóltskappingini).

Skráin fyri heilsufótbóltsdagin er hendan:

12:00 – 13:00 Møguleiki at gera heilsukanning
13:00 – 14:30 Fótbóltskapping
15:00 – 17:00 Fyrilestrar

Melda til heilsufótbóltsdagin her:

Tilmelding – Lið

https://fsf.atgongumerki.fo/webshop/event/843810/order/info

Tilmelding – Einstaklingar

https://fsf.atgongumerki.fo/webshop/event/843817/order/info

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo