Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya hava skrivað undir semju um sáttmála galdandi fram til 1. oktober 2019.

Heilsuhjálparafelag Føroya fegnast um nýggju avtaluna, sum gevur limum felagsins eina lønarhækking á umleið 2.000 kr í sáttmálaskeiðnum, og verður endalønin hjá heilsuhjálparum nú 25.000,15 kr. um mánaðin og er tað eitt stig rætta vegin.

Okkara fakbólkur er lágløntur, og tí er gleðiligt, at okkara limir við semjuni fáa eitt lønarlyft. 

Afturat hesum hækkar bólkaleiðaraviðbótin, eftirløn verður goldin av førleikaviðbót. Frítíðarlegugjald er nú eisini partur av sáttmálanum.

Limir í felagnum kunnu nú eftir umsókn í serligum førum, har sjúka forðar fyri nýtslu av frítíðini á rímiligan hátt, slíkir sjúkradagar koma undir reglurnar fyri sjúku, og nýggir sjúkradagar verða givnir.

Spurningurin um átak í sambandi við verkføll, hevur leingi verið eitt stríðsmál, og sá út til at gerast ein snávingarsteinur, tí valdi Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið at parkera hetta málið, og hava gjørt eitt protokollat, um at taka málið uppaftur í friðartíð.

Trý protokollat eru gjørd, har tað eina protokollatið leggur upp til, at arbeiðsbólkur verður settur at kanna í hvønn mun, tað er møguligt hjá heilsuhjálparum og heimahjálparum at verða settir við hægri setanarbrøki ella fullum setanarbrøki.

Protokollat er somuleiðis gjørt, har partarnir innan 1. januar 2019, taka spurningin um undantøk upp, í samband við eitt møguligt verkfall.

Protokollat er eisini gjørt, at kanna grundarlagið fyri at raðfesta heilsuhjálparastørv á dagstovnaøkinum. 

Heilsuhjálparafelag Føroya

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo