Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Í Føroyum hava vit (enn) eitt av heimsins bestu og mest framkomnu heilsuverkum. Byrjað varð í smáum, og vit hoyra ofta søgur frá ”Gamla Hospitali” (sum nú stendur við síðuna av MEST), Sanatoriinum, hvussu børn blivu borðin upp um fjøll til lækna, hvussu banalar sjúkur gjørdu av við heilar familjur, og hvussu kvinnur og menn settu lívið í vága fyri at vera um tey sjúku.

Vit, sum liva í dag, kunnu ómøguliga seta okkum inn í umstøðurnar, sum okkara forfedrar stríddust við, tá tað kom til heilsurøkt og viðgerð.

Heilsuverk Føroya er í dag eitt topmoderna heilsuverk við sera dugnaligum starvsfólkum. Læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, læknaskrivarar, ergoterapeutar, fysioterapeutar, sálarfrøðingar, ljósmøður, tannlæknar o.fl. eru við til at gera okkara heilsuverk til tað tað er í dag.

MEN hvat so? Fer hetta at halda fram? Fara okkara børn at njóta somu tænastu sum vit? Hvussu fer heilsuverkið at síggja út um 50 ár? Hvat vilja vit sum samfelag?

Hesar spurningar eru vit noydd at seta okkum. Menningin á heilsuøkinum er øgilig, og kostnaðurin á viðgerðum, heilivági og tænastum bara veksur ár um ár. Afturat tí gerast vit fleiri í Føroyum, fleiri eldri, og vit krevja samstundis at fáa okkurt fyri allan skattin, sum vit gjøgnum eitt langt lív gjalda.

Eitt orð, sum politikarar ofta renna undan og ræðast, fara vit ikki at sleppa undan komandi árini: ”RAÐFESTING”.

Vit eru noydd at raðfesta, hvat vit ynskja av viðgerðum, heilivági og tænastum innan heilsuverkið. Tað er ikki rímiligt, at vit leggja hesa raðfesting yvir á læknar ella sjúkrahúsleiðslur. Politiski myndugleikin má raðfesta og seta út í kortið.

Hvat ynskja vit við heilsuverkinum? Og her er allarstørsti spurningurin: Hvussu raðfesta vit? Skulu vit halda áfram at gjalda meir og meir fyri ”dýran sjúkrahúsheilivág”? Skulu vit senda fleiri av landinum til viðgerðar, hvussu langt, hvar, hvussu nógv skal ein uttanlandsviðgerð kosta? Hvørjar sjúkur skulu viðgerðast í Føroyum, og hvussu skulu tey trý sjúkrahúsini arbeiða saman sum ein eind?

Alt hetta eru so yvirskipaðir spurningar, at politiski myndugleikin má taka sær um reiggj og viðgerða hesar sera viðkomandi spurningar og koma til eina niðurstøðu.

Ikki fyrr enn politiski myndugleikin meldar út, hvat hann vil við føroyska heilsuverkinum, kunnu vit veruliga seta út í kortið og menna okkara sjúkrahúsverk samsvarandi. Tað nyttar ikki at arbeiða eftir einum rokniarki og annars halda fyri eyguni! Vit eru noydd til at hyggja eftir, hvat føroyska heilsuverkið skal veita hvørjum einstaka føroyingi og so laga játtanina hareftir. Ikki fyrrenn tá verður møguligt at stýra heilsuverkinum á skynsaman hátt.

Og tá so politiski myndugleikin hevur avgjørt hesar grundleggjandi spurningar – uttan at snakka uttanum – ikki fyrr enn tá er møguligt hjá leiðarunum í heilsuverkinum at fyrihalda seg til yvirskipaða málið. Vit mugu øll hava eitt felags mál við heilsuverkinum.

Alt annað er órímiligt fyri føroyinginum, sum alt sítt lív hevur goldið til menningina av heilsuverkinum.

Í 2016 handaði ein arbeiðsbólkur landsstýriskvinnuni í heilsumálum eina menningarætlan fyri føroyska sjúkrahúsverkið. Talan er um eina væl úr hondum greidda ætlan og fleiri tilmælir kunnu lesast í menningarætlanini.

Men ein grundleggjandi mangul er í ætlanini, soleiðis sum eg dugi at lesa: Í tí fyrsta tilmælinum verður lagt upp til, at leiðslan á sjúkrahúsinum skal seta út í kortið - fyri alt Føroya land, hvørjar sergreinar skulu viðgerðast í Føroyum.

Eg skilji væl meiningina – og hon er sjálvandi góð. Men her vendir alt á høvdinum. Ja.

Gamaní kunnu leiðslur, saman við serkønum læknum osv. gera tilmælir um hvørjar viðgerðir skulu veitast í Føroyum. Men avgerðin KANN IKKI liggja hjá leiðsluni. Hetta eru grundleggjandi spurningar, sum politiski myndugleikin má taka støðu til, og síðani játta pening til.

Nógv sera góð tilmælir eru í menningarætlanini, og fleiri eru eisini framd í verki, hattin av fyri tí - tað er deiligt, men nú skriva vit 2019 og menningarætlanin má tí eftirmetast og dagførast av øðrum fólkum – føroyingum!

Tak meg ikki í tí, men eg rokni við, at sitandi landstýriskvinna er samd við mær, tá eg sigi, at vit hava sum land ikki ráð til at lata okkara sjúkrahúsverk vera stýrt við eykajáttanum og tilvildarligum avgerðum frá høgru og vinstru fyri at fáa eina ella aðra óreella játtan at røkka.

Løgtingið MÁ játta teir pengar, sum sjúkrahúsverkið hevur brúk fyri í samband við at veita ta tænastu, sum politiski myndugleikin setur út í kortið – og sum fólkið krevur og hevur rætt til.

Politiska leiðslan MÁ taka alneyðuga og trupla kjakið um raðfestingar í heilsuverkinum. Hetta kjakið skal sjálvandi takast við støði í heilsufakligum tilmælum frá fakfólki á teimum trimum sjúkrahúsunum. Og tá støða er tikin til hetta, MÁ politiska leiðslan taka støðu til møguligar raðfestingarnar í heilsuverkinum í mun til onnur vælferðarøkir. Okkurt má víkja, so heilsuverkið kann varðveita tænastuna. Men hvat? Tað kann ein sjúkrahúsleiðsla ikki meta um. Tað MÁ politiski myndugleikin.

Fólaflokkurin hevur dirvið, vilja og evni til at síggja verðuleikan í eyguni og dagføra okkara sjúkrahúsverk, so tað kemur at liva upp til avbjóðingarnar tey komandi árini, til gangs fyri okkum øll, og serliga okkara børn og ungu sum skulu lyfta eftir okkum.

Sjálvur havi eg fleiri hugskot og ynskir, sum tað ikki er møguligt at koma inn á í hesi greinini, men tað kemur óivað seinni.

Símun J. Hansen
Valevni Fólkafloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo