Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies
Innlendis ítróttur

- Tá tú hugsar um lond, sum klára seg betur, enn fólkatalið leggur upp til, at tey eiga at klára, so hugsar tú møguliga um lond sum Ísland og Ný Sæland. Men hvat um eg fortaldi tær, at eitt land við einans 51.000 íbúgvum hevði eitt landslið, sum liggur nummar 98 á styrkilistanum hjá FIFA?

Soleiðis heldur Isaac Roblett, sum skrivar fyri Local.fo, retoriskt fyri í sambandi við, at hann umrøður tað bragd, sum Føroyar hava framt við at hava eitt somikið gott landslið og fótbóltsumhvørvi, sum landið hevur.

Hann vísir serliga á tann leiklut, sum tann stóra útflytingin av leikarum, sum hevur verið tey síðstu árini, hevur havt fyri menningina av føroyskum fótbólti.

Í øllum førum tjúgu føroyskir leikarar halda til í feløgum uttanfyri landoddarnar, og fer hetta ikki aftur við borðinum hjá Roblett.

- Tann ótrúliga útflytingin av leikarum hevur havt við sær, at støðið er hækkað nógv, og at leikararnir hava fingið betri førleikar. At flyta uttanlands hevur gjørt, at leikararnir nú spæla á professionellum støði við góðum umstøðum, har teir eisini kunnu vinna sær nógva taktiska vitan. Møguleikin at spæla við og ímóti betri spælarum er við til at menna teir, og fleiri hava tikið seg fram, sigur Roblett.

Spælararnir, sum halda til í útlendskum feløgum, og sum verða umrøddir av Roblett, eru: Hallur Hansson (AC Horsens), Viljormur Davidsen (Vejle), Jákup Thomsen (FC Midtjylland), Teit Jacobsen (SønderjyskE), Heini Vatnsdal (Fremad Amager), Finnur Justinussen (Næstved), Sonni Ragnar Nattestad (Molde), Gilli R. Sørensen (Brann), Meinhard Olsen (Kristiansund), Ári Mohr Jónsson (Sandnes Ulf), Rógvi Baldvinsson (Bryne FK), Gunnar Nielsen (FH), René Shaki Joensen (Grindavik), Brandur Hendriksson Olsen (FH), Kaj Leo í Bartalsstovu (Valur), Jóan Símun Edmundsson (Arminia Bielefeld), Andrias Edmundsson (Sunderland), Lukas Giessing (FC Midtjylland), Hanus Sørensen (FC Midtjylland) og Magnus Jaconsen (FC Pacos de Ferreira).

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo