Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál
Onnur tíðindi

Á eitt ára stovningardegnum hjá Heimafriði í dag handaði felagið skipasmiðjuni MEST heiðursbræv.

Tað var Trina Eysturoy, forkvinna, sum handaði Mouritz Mohr, stjóra, heiðursbrævið.

Grundgevingin fyri heiðurinum er, at MEST hevur gjørt sítt til at tryggja borgarum í grannalagnum hjá skipasmiðjuni heimafrið.

Við slíkum heiðuri ynskir Heimafriður at heiðra fyritøkum og kommunum, sum taka atlit til sínar grannar og borgarar.

Síðani Heimafriður var stovnað er ein broyting farin fram. Serliga er tað skipasmiðan MEST, sum hevur framt broytingar. Seinastu tíðina eru nærum øll skip, sum eru komin á skipasmiðuna á vestaru bryggju í Tórshavn løgd til landstreym. MEST hevur sjálvt tikið stig til hesa broyting.

Harafturat hevur MEST boðað borgarum frá, um teir gera eitt hvørt arbeiði, sum larmar serliga illa og leggja arbeiði til rættis, soleiðis at gangurin órógvar minst møguligt. Hesa broyting merkja grannarnir til skipasmiðjuna sera væl.

Mouritz Mohr, stjórið á MEST, tók ímóti heiðursbrævinum. Stjórin á MEST og starvsfólkini eru sera fegin og ovfarin um heiðurin. Mouritz Mohr helt ikki sjálvur, at teir hava gjørt so nógv, men við teimum tiltøkum, sum MEST hevur sett í verk vísir fyritøkan samfelagsábyrgd. Eisini er hetta prógv um, at smáar broytingar kunnu gera ein ómetasliga stóran mun fyri Heimafriðin hjá borgarum.

Heiðursbrævið

Heiðursbrævið til MEST er soljóðandi:

Heimafriður vil við hesum heiðursbrævi takka MEST fyri at skipa soleiðis fyri, at skip, sum MEST hevur havt í varðveitslu, í rúma tíð ikki hava órógvað tey, ið búgva í økinum við vestaru bryggju í Tórshavn.  

Tykkara íkast vísir, at MEST tekur samfelagsábyrgd. Hetta hevur ómetaligan stóran týdning fyri heimafriðin hjá teimum sum búgva í grannalagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo