Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Opið skriv frá felagnum Heimafriður til Anniku Olsen, borgarstjóra, í sambandi við innslag í Degi & viku um royk- og ljóðdálking frá Tórshavnar Havn.

Góða Annika

Kringvarpið greiddi í  Degi & viku, mánakvøldið 13. Mai, frá, at Tórhavnar kommuna hevur vunnið 345 milliónir krónur í sambandi við raksturin hjá Tórshavnar Havn árini 2010 til 2018.

Kringvarpið spyr við støði í hesum upplýsingum kommunalan embætismann, Jónsvein Lamhauge, um ikki kommunan kann brúka ein part av yvirskotinum til at minka um royk- og ljóðdálkingina frá havnini, við at lata skipum landstreym og at krevja, at skipini nýta landsstreym.

Jónsvein Lamhauge kemur við ymsum grundgevingum, hví hetta ikki skal kunna lata seg gera:

1.    Jónsvein Lamhauge sigur: “Ja! Tað kann gott vera, at vit hava havt yvirskot ... altso, vit brúka pengarnar til útbyggingar ...”. Víðari greiður hann frá, at peningurin frá ovurstóra yvirskotinum ikki røkkur til stóru íløgurnar og sigur: “Vit taka stór lán, so alt, sum vit byggja afturat, tað er meira ella minni fyri lántøku”.

Til hetta vil felagið Heimafriður vísa á, at við hesi útsøgn kann staðfestast, at kommunan raðfestir fyrilitarleysa profit-maksimering høgt. Grannarnir hjá vinnuligu havnunum í kommununi rinda tó ein høgan prís fyri hetta við lækkandi lívsgóðsku, strongd og sjúku. Harafturat lækkar hetta eisini virðið  á sethúsum teirra.

Hinvegin er viljin hjá kommununi stórur, tá ið tað snýr seg um at útbyggja havnarløgini. Út við 470 milliónir krónur hevur kommunan árini 2010 til 2018 brúk og nakrar hundrað milliónir verða brúktar í ár og næstu árini. Við øðrum orðum: Stóra avlopið skal ikki koma dálkingar-raktum borgarum til góðar, men skal brúkast til at uppaftur meira royk og óljóð. Talið av borgarum, sum koma at merkja hetta, fer at økjast munandi í næstum - serliga á Argjum - um ikki politiska leiðslan í kommununi ikki beinanvegin tekur trupulleikan í álvara.

2.    Jónsvein Lamhauge vísir á, at vit skulu fylgja krøvum frá IMO og altjóða felagsskapum.

Til hetta viðmerkir Heimafriður:  IMO, felagsskapur undir ST, hevur enn ikki megnað at ásett mørk fyri royk- og ljóðdálking at galda fyri havnir í londum kring heimin. Men kommunan eigur ikki at brúka hetta sum umbering fyri ikki at gera nakað við trupulleikan. Kommunan kann – um Annika og býráðið vil - stuðla seg til aðrar al- og millumtjóða felagsskapir í sambandi við átøk at tálma dálkingina, t.d. WHO og ES.

Útlendskar havnir og kommunur hava sæð fyrimunir við at gera íløgur í at veita skipunum landsstreym og meta seg eisini at vera meiri kappingarførar av tí sama. Ein slík loysn hevur bara fyrimunir við sær fyri allar partar. Hví sær Tórshavnar kommuna ikki hesar fyrimunir?

3.    Jónsvein Lamhauge sigur, at ikki øll skip, sum koma til Føroyar, hava standardin til at taka streym úr landi.

Viðmerking frá Heimafriði: Tað er neyvan komið fyri, at klagað hevur verið um gang og royk frá stórum ferðamannaskipum. Hesi koma friðarliga til bryggju, órógva ikki meðan tey liggja og fara so ljódliga avstað aftur. Trupulleikarnir stava so at siga altíð frá handils- og fiskiskipum, føroyskum og útlendskum, sum afturvendandi liggja við bryggju og larma og dálka. Hesi áttu tí sjálvandi at fingið sær ta útgerð, sum skal til fyri at taka streym umborð frá landi, um tey ikki frammanundan hava útgerðina tøka. Og kommunan skal sjálvandi hava neyðuga kapasitetin tøkan, bæði á verandi bryggjum og teimum, sum leggjast afturat komandi tíðina.

4.    Jónsvein Lamhauge sigur, at skip, sum liggja við kai, kunnu framleiða streym bíligari enn streymurin, ið kommunan kann lata skipinum av landi, og sum kommunan keypir frá SEV.

Viðmerking frá Heimafriði: Jónsvein Lamhauge staðfestir við hesum, at príspolitikkurin hjá kommununi í sambandi við havnargjøld eggjar reiðaríum til at framleiða streym við ljóð- og roykdálkandi ljósmotorum, heldur enn at taka streym úr landi. Við einum árligum rakstraryvirskoti uppá 40 til 45 milliónir átti at borið til at gjørt nakað við trupulleikan, men eingin vilji tykist vera til at broyta hesa skaðiligu prísskipan.

Torført er at skilja at Jónsvein Lamhauge spyr um hvør skal gjalda fyri meirkostnaðin hjá skipunum fyri at taka streym úr landi, um tey ikki longur kunnu liggja við motorunum gangandi. Her verður tosað um pengar, krónur og oyru fyri hvønn kilowat tíma. Í dag gjalda borgarar príssparingina hjá skipunum við heilsuni.  

Tað er at undrast á, at tað, sum Tórshavnar Havn ikki megnar, tá tað kemur til streym til skip, ikki er ein trupulleiki hjá MEST. Skipasmiðjan fær skip – eisini stór skip – í varðveitslu, meðan tey verða umvæld. Kápil verður drigin umborð og motorarnir sløktir. Eingin ljóð- og roykdálking hevur verið frá MEST í rúma tíð.

Í innslagnum í Degi & viku mánakvøldið 13. mai, umboðaði kommunali embætismaðurin,  Jónsvein Lamhauge, Tórshavnar Havn og harvið kommununa.

Felagið Heimafriður setir tí Anniku Olsen, borgarstjóra, hesar spurningar:

a)    Er boðskapurin hjá Jónsvein Lamhauge, havnameistara, veruliga umboðandi fyri tað, ið tú og býráðssamgongan stendur fyri?

b)    Um svarið til spurning a) er nei: Hvørjar ætlanir hevur býráðið so viðvíkjandi dálkingartrupuleikunum frá skipum, bæði við tey gomlu havnaløgini bryggjunum og teimum nýggju, sum eru ávegis?

Á Signabø hin 15. mai 2019
Trina Eysturoy, forkvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo