Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku
Tekstlýsingar

Aðalmálið hjá Heimatænastuni í Vágum er at tryggja, at allir borgarar, ið koma í samband við heimatænastuna, fáa skjóta, fakliga grundaða tænastu við atliti til heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering.

Deildarleiðslan skal tryggja, at fakliga støðið hjá Heimatænastuni er dygt og livir upp til ásetinganar í lógini og normar á fakøkinum, eitt nú við at menna og skipa endur-, viðlíkahalds- og fyribyrgjandi tænastur og leiða starvsfólkini til tvørfakligar arbeiðsgongdir, sum skulu síggjast aftur í allari tænastuni og kemur við hesum, at arbeiða í tøttum samstarvi við tí terapeutisku deildarleiðslu.

Deildarleiðslan skal megna at seta greið og ítøkilig krøv til fakliga støðið, har gerandisdagurin er merktur av at verða innihaldsríkur og mennandi.

Deildarleiðslan skal hava áræði at leiða, ganga undan og vera fyrimynd í menningini, seta dám á broytingar eftir nýggja bygnaðinum, og megna at fremja sjónliga leiðslu.

Deildarleiðslan skal tryggja, at virksemið í Heimatænastuni fylgir fyrisitingarligum mannagongdum og leiðreglum, og at rættartrygdin hjá búfólki og borgarum er á nøktandi støði.

Starvsfólk og virksemi í Heimatænastuni í Vágum
Í løtuni starvast tilsamans 73 fólk í Heimatænastuni í Vágum. Talan er um 54 ársverk. Umleið 150 fólk fáa tænastur.

Starvið verður sett eftir avtalu við tann, ið verður settur.

Talan er um eina samskipaða tænastu, sum kann vera heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð, fyribyrgjandi rørðsluvenjingar og fyribyrgjandi heimavitjanir til borgarar yvir 75 ár.

Harumframt eru 37 búð-, rehabiliterings- og umlættingarpláss á Heiminum á Sýnini sum eru fordeild í 2 hæddir. 2 hædd er demensdeild.

Á 3 hædd (har ið vit søkja deildarleiðara) eru 2 smærri deildir. Eitt eldraheim við 10 húsfólkum og ein rehabiliteringsdeild til 7 fólk, á rehabiliteringsdeildini er møguleika fyri umlætting og tørvsmeting.

Førleikakrøv
• Útbúgving, prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur.
• Kunnleiki til og áhugi fyri leiðslu og fyrisiting er ein fyrimunur, eins og kunnleiki til viðkomandi    lógir, faklig krøv og standardir á økinum.
• At menna og skipa góðar arbeiðsgongdir.
• At fakliga støðið hjá Heimatænastuni er dygt og livir upp til ásetingarnar í lógini og normar á fakøkinum.
• Royndir og leiðsuútbúgving innan leiðslu kunnu hava ein fyrimun.
• Neyðugt er at hava KT-førleika á brúkarastøði og evni at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum.

Setanarviðurskifti
Deildarleiðararnir vísa til leiðaran av Heimatænastuni.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Fleiri upplýsingar um størvini

Ynskir tú fleiri upplýsingar um Heimatænastuna í Vágum, starvið og førleikarnar, ið krevjast, vísa vit til starvsprofilin. Starvsprofilin fært tú við at venda tær til halldisj@htv.fo ella á tlf. 793201.

Meira fæst eisini at vita um starvið við at ringja til Halldis Joensen, leiðara, á tlf. 793201.

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Heimatænastan í Vágum, Kálvalíðvegur 2, FO-370 Miðvágur ella til teldupostadressuna: htv@htv.fo 

Umsóknin skal vera Heimatænastuni í hendi í seinasta lagi hin 6 maj 2019 kl. 12.00.

Heimatænastan tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og, um neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo