Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Krutl

Búfólkini í heiminum á Grønanesi kunnu nú fara útferðir ella til handils og ymisk tiltøk í bygdini og aðrastaðni uttan tað stóra hóvastákið. Tí nú stendur ein bussur í túninum, so tey kunnu bara leypa avstað.

- Bussin hava vit sjávi samlað inn til við góðari hjálp frá nógvum sum hava hjálpt okkum at savna og latið okkum gávur, sigur Mia Pedersen, leiðari fyri Heimið á Grønanesi við VP.

Fyrsta tiltakið var eitt tombola, tað varð hildið á Bátastevnuni fyri tveimum árum síðani, og tá komu 25.000 krónur inn.

- Tað var so mikið góð undirtøka, at vit fingu blóð uppá tonna og vit hava skipað fyri fleiri tiltøkum og innsamlingum síðani tá. Oftani vóru hesi orðini hangandi í luftini, tá fólk lótu pening til endamálið: "Syrgið nú fyri, at peningurin fer til bussin og ikki fer í stóra pott", sigur Mia Pedersen og leggur afturat, at hon í dag kann fegnast um, at lyftini um tað eru hildin. Nú bussurin varð keyptur stóðu gott og væl ein hálv millión krónur á kontuni, sum varð stovnað til endamálið.

Bussurin er bygdur í Íslandi, hagani bæði Vestmanna- og Kvívíkar kommunur áður hava keypt brandbilar.

Mia Pedersen sigur at enda, at hon fegin vil takka øllum teimum mongu, sum á ymsan hátt nú hava gjørt tað gjørligt hjá búfólkunum á Heiminum á Grønanesi at sleppa so ómakaleyst til handils, til ymisk tiltøk ella á útferð við nýggja bussinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo