Tað gagnar lítið at kenna prísin á øllum, um ein ikki kennir virðið á nøkrum
- Albert Einstein
Onnur tíðindi

Allastaðni verður frárátt at brúka sukur, men tó so eru tað fólk, sum elska sukur, og ein av teimum er heimsins elsti núlivandi maður, japanarin Masazo Nonaka.

Tað avdúkaði abbabarn hansara undir hátíðarløtu sum Guinness World Records helt í heimbýnum hjá honum, Ahoro á japansku oynni Hokkaido, har Masazo Nonaka fekk prógvið um, at hann nú er heimsins elsti maður.

Tað tók honum 112 ár og 263 dagar at gerast tað, skrivar Ekstrablaðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo