Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur

VP spyr

NAVN / NR.FO

Onnur tíðindi

Sambært dóttrini Shula Koperstoch er Yisrael Kristal deyður. Hann doyði í dag eftir at hava verið stutt sjúkur, sigur hon við ísraelska tíðindamiðilin Ynet.

Deyði hansara kemur ein mánað áðrenn hann hevði fylt 114 ár.

Yisrael Kristal og fyrsta kona hansara, Chaja Feige, vóru depoterað til Auschwitz, eftir at ghettoin var útruddað. Chaja Feige doyði í fangaleguni, meðan Yisrael Kristal yvirlivdi eftir at hava verið trælur í fleiri legum. Tá ið teir sameindu funnu hann í mai 1945, vigaði hann bara 37 kg.

Í 1950 emigreraði hann til Ísraels við nýggju konu síni. Tey búsettust í Haifa, har hann fór aftur undir at framleiða góðgæti, sum hann gjørdi undan krígnum. Hann starvaðist við hesum til hann gavst við pensjón, skrivar TV2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann