At kenna seg eydnuríkan uttan at vita hví ... tað man vera ein hin reinasta gleðin
- úr Børkuvísum
Vinna

Partabrævið hjá Thomas Cook hevur mist 40 prosent av virðinum og fjáltur er á kundunum, sum ikki vita um teir skulu tora at líta á ferðamannastovuna, sum hósdagin boðaði frá einum risahalli uppá heilar 12,8 milliardir krónur.

SkyNews skrivar, at seinasta avbjóðingin hjá risastóru ferðamannastovuni, sum hevur skrivstovur um allan heim, er, at bankarnir ætla at bíða við at senda peningin, sum kundarnir gjalda við gjaldskorti, víðari til Thomas Cook. Tað er steinur omaná byrðu, tí harvið versnar gjaldførið.

Thomas Cook eigur 105 flogfør sum verða brúkt til charterflúgving, og hesi eru sett til sølu. Ein rúgva av ferðaskrivstovum ymsastaðni kring heimin eru longu afturlætnar, og 566 aðrar fara at verða afturlætnar, tá leigusáttmálin gongur út, sigur Sky.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo