Einasta strategiin sum við vissu fer at miseydnast er ongantíð at taka nakran váða
- Mark Zuckerberg
Vinna

Tað er turkiska skipasmiðjan Cemre Shipyard sum nevnur hendingina á síni Facebook-síðu, og hevur lagt hesa myndina út av brunnbátinum.

Tað er Sølvtrans sum hevur kontraherað bátin og eigur hann. Havyard er skipasmiðjan við ábyrgdini, men er skrokkurin sveisaður saman í Turkalandi.

Sambært Havyard er «Ronja Storm» heimsins størsti brunnbátur og kostar 500 milliónir norskar krónur.

iLaks skrivar, at brunnbáturin er 116 metrar langur og 23 metrar breiður. Skipið hevur pláss fyri 7.450 kubikkmetrum av sjógvi í tangunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo