Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Vágatíðindi

Heimskenda stjørnuskotið MØ hevur ongantíð verið í Føroyum fyrr, og hon ætlar sær ikki bara at flúgva skjótt inn og út úr landinum. Hon gleðir seg tvørturímóti til at uppliva føroysku oyggjarnar teir komandi dagarnar.

MØ hevur spælt útseldar konsertir um allan heimin og hevur vunnið at kalla alt, sum vinnast kann av heiðurslønum í heimlandinum.

Tó er hendan stjørnan so mikið nýggj á himmalhvarvinum, at ikki øll munnu vera heilt greið yvir, hvussu kend hon longu er vorðin. Tølini tala tó sítt greiða mál: videolagið “Lean On”, sum hon gjørdi saman við Major Lazer, er sæð heili 2 milliardir ferðir á Youtube, meðan lagið “Final Song” er spælt 260 milliónir ferðir á streamingtænastuni Spotify.

Úti í heimi eru fólk samd um, at MØ er eitt heilt serligt og máttmikið fyribrigdi. Og tað er kanska hetta serliga sum ger, at MØ til dømis eisini er at finna á listanum hjá Melanie C (eisini rópt Sporty Spice) yvir tær fimm nútímans kvinnurnar við mest girl power.

Útlit eru fyri, at MØ fer at gerast enn størri komandi tíðina. Framførslan á G!Festivalinum er partur av eini tónleikarundferð í Evropa, og hon arbeiðir eisini við næstu fløguni, sum kemur út seinni í ár.

 MØ spælir hóskvøldið 13. juli á Gøtusandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo