Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Innlendis ítróttur

Heini hevur í Føroyum altíð umboðað FC Suðuroy og VB/Sumba. Maðurin er porkeningur og telur 25 ár.

- Heini er ein leikari, sum umboðar alt tað, vit hava brúk fyri, áðrenn eina knallharða kapping vid 27 dystum. Mentalt er hann altíð 100% til staðar, tí hvør einasti bóltur telur; bæði til venjing og í dystum.

- Heini hevur í hesum kappingarárinum vant her í Havn við okkum og hann hevur altíð víst veg og tikið ábyrgd til venjing, hóast hann ikki hevur spælt dyst við okkum, og tí fegnast vit um, at hann nú fer at draga svørt/lillaðu blusuna yvir høvdið komandi kappingarár, sigur formaðurin, Kenneth Hovgaard Djurhuus.

- Heini hevur hóast ungan aldur drúgvar royndir í bestu og næstbestu deildini, og hetta vóna vit kemur at gera mun, tá kappingin verður skotin í gongd komandi ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo