Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Vinna

Tað gekk ikki heilt eftir ætlan tá vínappin Vivino fekk nýggjan stjóra at avloysa havnarmannin Heina Zachariassen, sum eisini er annar av stovnarunum av appini.

Berlingske.dk skrivar, at fyrrverandi Ebay stjórin, Chris Tsakalakis er farin frá eftir bert hálvtannað ár í stjórastólinum. Hann skuldi annars vera maðurin, sum skuldi fáa gongd á og fáa pengarnar at rulla inn í kassan og ikki bara út. Málið var at selja vín fyri eina milliard krónur í 2020.

Heini Zachariassen váttar, at hann nú aftur er forstjóri, men at tað er fyribils. Hann vil ikki siga, hvat tað er sum hevur fingið partarnar at semjast um at fara hvør sína leið.

Vivino í Danmar hevur havt stór hall á botnlinjuni øll árini. Í 2017 var hallið 33 mió kr og í fjør var tað 51 mió kr. Eginpeningurin er negativur við 120 mió kr og felagið hevur skuld uppá yvir 100 mió kr.

Men Heini Zachariassen sigur við Berlingske, at tað er ikki øll søgan, tí felagið í Danmark er bara eitt av fleiri feløgum. Vivino hevur deildir í 13 londum og tað er í USA at høvuðsfelagið býr.

- Tað gongur sera væl, sigur Heini Zachariassen, sum tó ikki fær sagt nakað um, hvussu samlaða gongdin hjá felagnum hevur verið í ár.

Vivino, sum í 2010 varð stovnað av Heina Zachariassen og Theis Søndergaard, hevur í fleiri umførum fingið váðafúsan partapening innskotnan, tilsamans einar 380 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo