Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

Týr og Sea Shepherd eru aftur í hornatøkum, nú Týr skal hava fleiri konsertir í Evropa í næstum.

Týr gevur sína 8. fløgu út í mars, og í apríl fer bólkurin at framføra í Fraklandi og Sveis. Seinni í ár fer bólkurin eisini at framføra í fleiri øðrum londum í Evropa.

Men Sea Shepherd Switzerland vil ikki lata tað fara aftur við borðinum, at Týr nú aftur skal upptraðka í Evropa.

Felagsskapurin vísir á, at Heri Joensen, oddamaðurin og forsangarin í Týr, hevur luttikið í grindadrápi. Felagsskapurin heitir í hesum sambandi á fólk um at boykotta bólkin og skriva til støðini, har bólkurin skal framføra, fyri at fáa tey at avlýsa konsertirnar.

Sambært Sea Shepherd Switzerland er longu ein konsert hjá Týr - í Marseille tann 10. apríl - avlýst av mótmælinum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo