Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Tað sær eftir øllum at døma út til, at tað sonevnda "Hugskotið "hjá Tórshavnar kommunu verður eitt dýrt leikutoy fyri prátmiklar fantastar. og sjálv-útróptar ígongdsetarar.

Kommunan blívur naivt við at finansiera verðinsfjarar prátandi dagdroymarar, sum ikki producera nakað annað enn luftkastellir.

Sonevnd íverkseting er blivið eitt mótafyribrigdi. Tað kann vera rímuligt millum 1/2 millión av fólki, men tað er næstan ein absurditetur millum bara 50.000 fólk.

Og tað eigur at vera ein uppgáva fyri tað privata initiativið. Tað er slett IKKI ein kommunal uppgáva.

Tey fortelja annars í øgiliga ljósareyðum vendingum um, hvussu kreativ og innovativ tey eru, MEN hvat er reelt komið burtur úr, annað enn orð, prát og hugni.

Tey eru raskir kontruktørar av orðabygningum, korthúsum og hvørvisjónum.

Og so fortelja tey, at fólk fáa stóra hjálp við computaravirksemi, umsóknarskriving og kaffi.

Er tað ein kommunal uppgáva?

Skal skattaborgarin betala fyri næstan óarbeiðsførar Peer Gynt-typur, sum hava allan sín aktiva kvikleika omanfyri hálsvølin?

Hatta er eitt reiður, sum ikki er nógv mætari enn tann istovnurin, sum Rani Nolsøe sat og snorksvav í norðuri í Klakksvík í try ár.

Tað má vera eitt mark fyri, hvat skattgjaldarar skullu finansiera.

Fyribils er stovnurin bara blivin eitt fíggjarligt heksaskot fyri kommununa, men Annika Olsen gánar við skralltómum eygum, sum um vit eru á veg til okkara fyrstu Mánalending av berari "ígongdseting"..

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo